Munurin millum rættingarnar hjá "Cape Town"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat}}
No edit summary
Linja 17:
|}
 
'''Høvdastaður''' (føroyskt heiti), '''Cape Town''' (enskt heiti) ella '''Kaapstad''' (afrikaans heiti) er høvuðsstaður í [[Suðurafrika]]. Høvdastaður á [[Høvdanes]]i er undir stórsligna [[Taffelfjall]]inum. Á [[Høvdanes]]iHøvdanesi vaksa mangar plantur og blómur, sum ikki vaksa aðrastaðni í heiminum.
 
== Søga ==
 
Í [[1652]] sendi [[Niðurlendska Eysturindiafelagið]] 80 niðursetumenn við [[Jan van Riebeeck]] á odda at leggja grundarlag undir eina handilsstøð á syðsta útnesi í [[Suðurafrika]]. Støðin skuldi verða útgerðarhavn hjá skipum, sum sigldu úr [[Evropa]] til [[Asia|Ásia]] og heimaftur. Býurin var tætt við [[Góðvónarhøvda]], og varð nevndur Cape Town. Tað var trupult hjá niðursetumonnunum í fyrstuni, men í [[1680-árini|1680-árunum]] komu hugenottar, sum vórðu flýddir undan [[Átrúnaður|átrúnaðarjagstran]] í [[Frakland]]i og búsettu seg har. Tá gjørdist teir fjølmentari og betur gekk í hond. Frá byrjan var kaldligt ímillum [[Evropa|evropear]] og [[Afrika|afrikanar]]. Niðursetumenninir settu [[Afrika|afrikanarar]] at arbeiða fyri seg og fóru at keypa [[Trælahandil|trælir]] úr [[Guinea]], [[Madagaskar]] og [[Angola]]. Í [[1690-árini|1690-árunum]] løgdu um 200 skip at í havnini í Cape Town um árið.
 
== Hygg eisini at ==