Munurin millum rættingarnar hjá "Týskland"

8 bytes løgd afturat ,  2 ár síðan
(Linked ccTLD)
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
''Høvuðsgrein: [[Týsk landafrøði]]''
 
Týskland er stórur partur í [[Miðevropa]]. Belgia, Luksemborg, Niðurlond og Frakland eru vestanfyri, Kekkia, Slovakia og Sveis sunnanfyri, Pólland eystanfyri og [[Norðsjógvurin]], [[Eystarasalt]] og Danmark norðanfyri. Landslagið í Týsklandi er fjølbroytt, úr fruktagóða slættlendinum fyri norðan og vestan til snjóklæddu tindarnar í vøkru bayersku [[Alpurnar|alpunum]] fyri sunnan. Úr slættlendinum á vesturstrondini og norðurstrondini hækkar tað so líðandi.
 
Týskland varð ikki savnað í eitt ríki fyrr enn í 1871. Fyri tað var týska fólkið í mongum sjálvstøðugum smáríkjum. Nú á døgum er landið í 16 landspørtum, nevndir ''Länder'', og við einari samveldisstjórn, lík henni í [[USA|Sambandsríki Amerika]]. Hvør landspartur hevur sína egnu landspartastjórn, sum ræður fyri heimligum viðurskiftum, til dømis útbúgvingarmálum. Mangir týskarar kenna seg bundnar tjóðskaparliga at landslutinum, teir búgva í, og siga seg fyrst vera til dømis bayrar (úr [[Bayern]]) og so týskarar.
Dulnevndur brúkari