Munurin millum rættingarnar hjá "26. februar"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 5:
== Hendingar ==
<onlyinclude>
* [[1658]] - Friðaravtala í [[Roskilde]]. Eftir at [[Danmark]] hevði bjóðað [[Svøríki]] av í kríggj árið fyri, bað Danmark nú um friðaravtalu.
* [[1936]] - [[Volkswagen]] letur upp sína fyrstu verksmiðju í [[Týskland]]i.
* [[1794]] - Kongsslottið Christiansborg í [[Keypmannahavn]] brennur. Eftir einum samdøgri brenna bæði høvuðsslottið og slotskirkjan í grund. Tað eydnast at bjarga stórum parti av tí, ið inni var, men 70-80 fólk doyggja í bjargingararbeiðinum. Kongshúskið flytir eftir eldin til tað minna og lítillætna slottið Amalienborg.
* [[1815]] - [[Napoleon Bonaparte]] flýggjar úr útlegdini á [[Elba]], fer í land í [[Frankaríki]] og setir kósina ímóti [[París]].
* [[1849]] - Danska stjórnin sigur upp vápnahvíldina við [[Týskland]]. Vápnahvíld hevði verið síðani [[august]] árið fyri. Málið hjá stjórnini er at gjøgnumføra óbýtta sambandið hjá Slesvig við Danmark.
* [[1918]] - Søgunnar higartil størsta ítróttarvanlukka hendir í [[Hong Kong]] á kapprenningarbreytini hjá Jockey Club, tá eitt hágólv dettur niður, og 604 fólk doyggja.
* [[1936]] - [[Volkswagen]] letur upp sína fyrstu verksmiðju í [[Týskland]]i.
* [[1952]] - [[Winston Churchill]] boðar frá, at [[Ongland]] hevur framleitt sína egnu kjarnorkubumbu.
* [[1962]] - [[Hægstirættur í USA]] boðar frá, at øll sløg av rasuskilnaði í almennum flutningstólum eru í stríð við grundlógina.
* [[1991]] - [[Saddam Hussein]] boðar frá, at allar irakskar herdeildir verða tiknar aftur úr [[Kuveit]].
* [[1993]] - [[Bumbuatsókn í World Trade Centre|Bumbuspreinging]] í [[World Trade Center]] í [[New York City]].
</onlyinclude>