Munurin millum rættingarnar hjá "Upprunaamerikanarar"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 6:
Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í USA. Í landsynningspartinum í [[USA]] eru 554 indiánabólkar <ref>http://www.leg.state.or.us/cis/faq.pdf</ref>. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Ein teirra er [[Cherokee-indiánarnir]]. Teir eru nú 316,049. Hesin indianara bólkurin hevur í øldir búleikast í skóginum í [[Appalachiafjøll|Appalachia]] og livað av tí, sum skógurin gav. Móðurmálið er [[Cherokesiskt mál|Cherokesiskt]].
 
Hvør ættarbólkur hevði egið sjálvstýri, men í serligum felagsmálum, og tá ið trupulleikar tóku seg upp við aðrar ættarbólkar, varð prátað saman til trupulleikarnir vóru loystir. Indiánararnir kríggjaðust eisini javnan sínámillum - ikki um lendi, men at sýna dirvi. Kendar ættir eru til dømis comanche, cheyenne og sioux, sum búðu á grasfløtunum. [[Apache]], pueblo og navajo búðu í Útsynningsamerika. [[Irokesarar|Irokese]], [[Cherokee-indiánarnir|cherokee]] og huron búðu eystanfyri.
 
Í [[1890]] vórðu teir indiánar, ið eftir vóru, fluttir í smá friðingarøki, har teir noyddist at vera. Nakrir gjørdist bøndur, men mangir gingu fyri einki. Fleiri enn millión indiánar liva enn í friðgarøkjunum í [[USA]]. Síðan [[1970]] hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur amerikanska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Á okkara døgum hava teir skipað fyri mótmælisgongum og kravt myndugleikarnar í [[USA|Amerika]] eftir landaøki, ið teir eiga, og teir hava eisini roynt at líva uppaftur gamlan sið.