Munurin millum rættingarnar hjá "Oklahoma"

Content deleted Content added
Linja 45:
===Indian Territory===
[[Mynd:Okterritory.png|thumb|right]]
Staturin, ið fekk navnið Oklahoma, varð í síni tíð avmarkaður ella avbyrgdur frá hinum statunum og fekk navnið Indian Territory í 1834. Hagar vórðu allir indianarar, sum upprunaliga búðu í øllum USA, savnaðir saman. Í hesum skróvturra landi vestan fyri tiltikna hundraðnda longarstig vórðu indianarafólk savnað saman og flutt til Indian Territory, antin tey vóru av preriuni, úr fjøllunum fyri vestan, úr skógunum fyri eystan, úr [[Florida]] ella av mýrilendinum við [[Mississippi]]. Filosofiin var tann, at ein indianari var ein indianari, antin hann búði í mýrlendinum í [[Everglades]] heilt suðuri í Florida ella í skógarlendinum sunnan fyri tey [[Stóruvøtn|stóru vøtnini]], ella hann var [[sioux]], [[cheyenne]] ella [[Irokesarar|irokesari]]. Teir høvdu ongan kjans at matskaffa sær sjálvir. Tað vil siga, tað var bara ein máti at gera tað uppá, og tað var at liva av tí, sum amerikanska stjórnin útvegaði teimum. Her var talan um tað, sum vit nú á døgum í øðrum sambandi rópa veitingarinntøkur. Við hvørt eitur tað blokkstuðul, við hvørt eitur tað heildarveiting. Heilsuviðurskiftini hjá indianaranum vóru so út av lagi vánalig, at t.d. eitt kent fólk sum cheyenne-fólkið endaði við at vera minni enn trý hundrað eftir til samans. Tá ið tað var minst eftir, var talið tvey hundrað og ein og fýrs.
 
Tað var bannað at selja indianarum í Indian Territory eldvatn, [[brennivín]]. Hetta land, indianararnir vóru savnaðir og passiviseraðir í, var rættiliga strálbygt, og tí bar als ikki til at hava eftirlit við hesum loynihandli við brennivíni. Og tað var ikki bara "eldvatn", ið varð selt teimum ólógliga. Alt møguligt annað, sum vanliga var ólógligt, varð selt har, uttan at amerikanska stjórnin hevði møguleika fyri at gera nakað við tað. Indianararnir í Oklahoma vórðu í stórum tali týndir av hungri og sjúku.