Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
Linja 39:
 
Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er [[Whitneyfjøll]] í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4 421 metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100 m høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5 m í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur [[Kaliforniadalur]]. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, [[Sierra Nevada]], suður og norður – hetta navnið er [[Spanskt mál|spanskt]] og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í [[september]]-[[oktober]]. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.
[[Mynd:Mesquite_Flat_Dune_field_at_Death_Valley_NP.jpg|thumb|right|[[Death Valley]].]]
 
[[Death Valley]] er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum [[Tað kontinentala USA|48 niðaru statunum]], [[Death Valley National Park]] ella Tjóðlundin Deyðadalur. Deyðans Dalur er tiltikin fyri sítt oyðilandslag. Dalurin er eystanfyri í Kalifornia. Death Valley sigst vera oydnasta og stundum heitasta stað í verðini. Har trivast tó m.a. ymisk [[Slangur|slangusløg]] og smákykt. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í [[Suðurkalifornia]]; Mojaveoyðimørk, ið er fram við øllum [[Nevada]]-markinum og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í [[Nýmeksiko]] og [[Meksiko]]. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55 °C, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.