Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 52:
=== Indiánar ===
[[Mynd:2009_07_09_camino_cielo_paradise_137.jpg|thumb|right|250px|Chumash piktogramm í Santa Barbara. Chumash tekin verða kallað piktogramm.]]
Nógvar ymiskar indiánaættir vóru í Kalifornia. Helst hava forsøgulig fólk verið í Kalifornia frá um 10 000 f.Kr. Flestu teirra veiddu, veltu og fiskaðu. Kendar ættir eru til dømis mohave, shoshone, comanche, paiute og chumash, sum til dømis búðu á [[Santa Catalina Island]]. Tey sigldu í sjógóðum træbátum. Tey vóru tað, vit rópa savnarar og lægri veiðumenn. Tey veiddu tað, ið var fyri av djórum, og tað vóru mest øll smádjór, tey yvirhøvur kundu fáa fatur á. Tey savnaðu so eisini saman tær [[plantur]], ið bar at fáa fatur á. Tey gróvu røtur upp, men nógvastaðni har um vegir er gróðurin so kargur, at sandur og eyrur er millum sjálvt gróðurbeltini, og vanliga vaksa planturnar bara í túgvum. Hetta vísti seg eisini í teirra samfelagsskipan. Hesir indianarar høvdu helst eina fatan av, at teir hoyrdu saman, men teir livdu bara í heilt smáum samfeløgum, sum heild sum stórfamiljur. Og ofta hava hesir indianararnir, eitt nú shoshonarar, ikki verið meira enn einir fimtan í tali í hvør sínum bólki. Tað var neyðugt hjá hesum bólkum, at halda saman, tí tað ber ikki til at hava stóra fólkamiðsavnan, har lítið er at liva av.

 
Spaniólar í Kalifornia høvdu tann politikk mótvegis indianarunum, at [[katólska kirkjan]] skuldi fáa indianararnar drignar upp úr heiðinskapinum, tá ið teir, spaniólar, umsíðir komu ásamt um sínámillum, at indianarin hevði sál, so at tað loysti seg at fáa hann umvendan. Ein máti at fáa indianararnar umvendar var at fáa teir at taka við liviháttinum hjá tí hvíta manninum. Tí skipaðu spaniólar fyri missiónum ymsastaðni í statinum. Spaniólar fingu nakrar indianarar at koma til hesar missiónsstøðir. [[Kirkja (hús)|Kirkja]] varð smíðað, skúli varð latin upp, og tey royndu at dyrka jørðina rundan um missiónina, og her løgdust so hesir indianararnir til. Og haðan kemur eitt hugskot, ið verður rópt missiónsindianararnir. Teir vóru nógvir í tali í Kalifornia. Teir vóru so nær knýttir at missiónini, at teir mistu sum frá leið sín gamla livihátt og vistu púrt einki um, hvussu teir skuldu búleikast í hesum samfelagnum.
 
=== Gullfepur ===
[[Mynd:California_Clipper_500.jpg|thumb|left|250px|Gullfepurin elvdi til miklan fólkavøkstur í býum sum til dømis [[San Francisco]]. Fólk úr øllum heiminum búsettu seg har, og havnabýurin á vesturstrondini fekk alheimsligan dám.]]
[[Mynd:Gullgraver_1850_California.jpg|thumb|right|220px|Gullgravari í Kalifornia í 1850.]]
Fáar dagar fyri at [[Guadalupe Hidalgo-sáttmálin]], sum fekk frið í lag ímillum [[Meksiko]] og [[USA]], skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í [[Coloma]] í [[Meksiko|meksikanska]] landslutinum Kalifornia. Landsluturin hoyrdi enn til [[Meksiko]], men [[USA|amerikanskar]] flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. [[Mánadagur|Mánadagin]] tann [[24. januar]] [[1848]] funnu tveir gullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í [[Sacramento]]dalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í síni dagbók. [[Sunnudagur|Sunnudagin]] skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 [[Amerikanskur dollari|dollarar]]". Tíðindi, um at gull var funnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í [[1849]] tustu túsundtals gullgravarar hagar.
[[Mynd:Francis_Samuel_Marryat,_San_Francisco,_lithograph.jpg|thumb|right|220px|Havnarlagið í [[San Francisco]] í 1849.]]
[[Mynd:1850_Woman_and_Men_in_California_Gold_Rush.jpg|thumb|right|220px|Gullgravarar í Kalifornia, 1850.]]
[[Mynd:Henry_Clay_Senate3.jpg|thumb|right|220px|Ein stýrisskipan varð gjørd, og Kalifornia varð tikið upp í USA sum statur í 1850.]]
Tann víðagitna søgan um gullfepurin byrjaði í 1848. Fáar dagar fyri at [[Guadalupe Hidalgo-sáttmálin]], sum fekk frið í lag ímillum [[Meksiko]] og [[USA]], skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í [[Coloma]] í meksikanska landslutinum Kalifornia. Gullfepurin (1848-1855) byrjaði tann 24. januar 1848, tá ið [[Meksiko|meksikanskaJames William Marshall]] landslutinumfann Kaliforniagull við Sutter's Mill í Coloma. Landsluturin hoyrdi enn til [[Meksiko]], men [[USA|amerikanskar]] flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. [[Mánadagur|Mánadagin]] tann [[24. januar]] [[1848]] funnu tveir gullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í [[Sacramento]]dalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í síni dagbók. [[Sunnudagur|Sunnudagin]] skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 [[Amerikanskur dollari|dollarar]]". Tíðindi, um at gull var funnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í [[1849]] tustu túsundtals gullgravarar hagar. Tíðindini um, at James W. Marshall hevði funnið gull, fingu eini 300.000 fólk at fara til Kalifornia úr øllum USA og úr útlondum. Av teimum 300.000 kom uml. annað hvørt sjóvegis, og hini komu til gongu.
 
Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92 .000 fólk at seta búgv har. Yvirhøvur vóru tey nýkomnu fólkini amerikanarar, men annars dró gullfepurin fólk í tíggjutúsundatali til sín úr [[Evropa]], [[Kina]], [[Latínamerika]] og [[Avstralia]]. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. [[Sacramento]]dalurin var í nøkur ár (1848-1855) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir. Í fyrstani vunnu gullgravararnir tað gylta metalið úr áum við einføldum amboðum sum t.d. pannum. Meiri framkomnir mátar at vinna út gull tóku seg upp og vórðu seinni brúktir um alla verðina. Tá ið tann tøkniligi framburðurin var komin upp á tað stig, at hann fór at kosta rættiliga nógv, vórðu fleiri námsfeløg stovnað, og talið á einstaklingum minkaði. Teir vunnu út gull fyri fleiri milliardir dollarar, mett í nútíðar prísum, og tað bar í sær ómetaligt ríkidømi. Árinið av gullfepurin var øgiligt. [[San Francisco]] vaks m.a. frá lítlari búsetning til ein stórbý, og kirkjur, vegir, skúlar og býir vórðu bygd um alt Kalifornia. Nýggj flutningskervi vórðu gjørd, tá ið dampskip fóru at sigla í fastari leið, og jarnbreytir vórðu lagdar. Jarðarbrúkið og neytahaldið vuksu í øllum statinum til tess at nøkta tørvin hjá teimum mongu nýkomnu. Í byrjanini av gullfepurtíðini var eingin lóggáva um ognarrætt á gulløkjunum, og ein skipan varð gjørd til at fáa skil á ognarviðurskiftunum. 

 
Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Gullfepurin hevði eisini vanlukkuligar avleiðingar við sær. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaður av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn. Indianararnir vórðu álopnir og riknir úr sínum búplássum og bygdum, og gullgrevsturin meinskaði náttúruna illa. Samfelagið, ið var har frammanundan, varð fullkomuliga kollrent. Missiónsstøðirnar vórðu meira ella minni kollrendar, tí hetta var tað, vit plagdu at rópa eitt klondyke-samfelag, eitt útjaðaraøki. Indianararnir í Kalifornia dugdu stutt ikki longur at liva upp á tann mátan, sum teir høvdu frammanundan. Harumframt komu evropearar aftur nú, sum so mangan fyrr, við øllum møguligum ringum sjúkum, sum beindu fyri nógvum indianarum.

 
=== Innliman ===
Line 68 ⟶ 74:
Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í [[Washington DC]] sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í [[Sambandsríki Amerika|Sambandsríkið Amerika]]. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av [[Washington DC]]. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva [[Trælur|trælahaldi]] ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda [[Trælur|trælir]]. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í [[Washington DC]] at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð – Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.
 
Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í [[USA]]. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. lutstaturin í [[USA]] tann 9. september 1850. Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.
 
== Fólkið ==