Munurin millum rættingarnar hjá "Kvalaraslanga"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right '''Kvalaraslangan''' er ein stór slanga, sum tekur sín fong við kjaftinum. Hon sveipar seg um fongin og..."
 
No edit summary
 
Linja 2:
'''Kvalaraslangan''' er ein stór [[Slangur|slanga]], sum tekur sín fong við kjaftinum. Hon sveipar seg um fongin og kroystir hann, til hann kvalist. Kjálkabeinini kunnu gapa so nógv, at fongurin verður etin í einum. Eftir hetta er kvalaraslangan mett í fleiri mánaðir. Kvalaraslangur halda til í tropiska partinum av [[Miðamerika|Mið]]- og [[Suður-Amerika]]. Kvalaraslangur kunnu gerast 4 metrar langar og viga meiri enn 45 kilo. Kvalaraslangur eru [[skriðdjór]] og hoyra til slangufamiljuna. Størsta kvalaraslangan, sum higartil er mátað, var 5,5 metrar long.
 
Kvalaraslangan etur alt, sum hon fatur á, bæði [[apur]], [[Fuglur|fugl]], [[Hjørtur|hjørtir]] og [[villsvín]]. Kvenndjórið kann leggja heilt upp í 60 ungar. Nýføddu ungarnir eru bara 60 sentimentrar langir, men halda fram at vaksa øll 25-30 árini, teir liva.
 
[[Bólkur:Skriðdjór]]