Munurin millum rættingarnar hjá "Oklahoma"

Content deleted Content added
Linja 44:
 
===Innliman===
Í november 1907 bleiv Territory of Oklahoma 46. staturin í USA og broytti tá navn til State of Oklahoma. Men áðrenn tað royndi umráðið at koma upp í [[USA]] sum tveir ymiskir statir: Oklahoma og [[Sequoyah]], sum í dag er eystari partur av Oklahoma. Hevði Sequoyah havt eydnu við at gerast ein sjálvstøðugur lutstatur, hevði meirlutin av fólkinum har verið úr fimm ymsum indiánaraættbólkum, sum í 1830 vórðu flutt higar úr [[Mississippi]]. Fyrstu ferð, at talan var um at gera ein stat her, var í 1902, tá umboð fyri [[Cherokee-indiánarnir|Cherokee]], Choctaw, Creek, Chickasaw og Seminole møttust at umrøða hugskotið um ein indiánara-stat. Staturin fekk navnið Sequoyah eftir Cherokee leiðaranum [[Sequoyah]], sum millum annað stóð fyri at gera [[Cherokesiskt mál|Cherokee]]-stavraðið. Ættbólkarnir møttust aftur í 1903 og í 1905, tá teir gjørdu eina grundlóg og løgdu umbønina um sín egna stat fyri [[Kongressin í USA|amerikansku kongressina]].
 
Tað var um reppið, at staturin bleiv veruleiki. Men tríggir politikarar úr eystara parti av USA mæltu forsetanum [[Theodore Roosevelt]] frá at taka tveir nýggjar statir úr tá vestara parti upp í USA av ótta fyri, at vestari parturin fór at fáa størri vald og ávirkan enn eystari parturin. Harvið endaðu royndirnar at gera ein stat við [[Indiánar í USA|indiánskum]] meiriluta, men grundlógin hjá statinum Oklahoma er bygd á grundlógina, sum teir fimm ættbólkarnir settu saman til tað, sum skuldi verða staturin ''Sequoyah''.