Munurin millum rættingarnar hjá "Maine"

Content deleted Content added
further rvt good faith but irrelevant edits
Linja 37:
== Landalæra ==
[[Mynd:Goat-island-light.jpg|thumb|left|220px]]
Í norðureysturhorninum av USA liggur staturin Maine. Norðari partur av eysturstrondini líkist nógv aftur í landslagið í [[Evropa|Vesturevropa]]. Har eru heilt djúpir áarósar sum firðir, og av tí at munurin millum fjøru og flóð er ógvuliga stórur, 15 m. í støðum, so legst runan ikki í áarmunnunum, men munurin ger eisini, at tað hevur verið stórt arbeiði at byggja tær nógvu góðu havnirnar, sum eru har.
 
Summastaðni er vøkur strandstrond, ið verður nýtt til baðipláss. Í fyrstani, tá ið [[Evropa|evropear]] komu til stakríkið, vaks skógur heilt út til strondina nógvastaðni, men teir ruddaðu skógirnar, so teir kundu fáa dyrkað jørðina. Moldin er góð, og havættin førir vætu við sær, so har er gott kornlendi.