Munurin millum rættingarnar hjá "Washington"

Content deleted Content added
Linja 45:
 
Dr. Henry A. Smith skrivaði nakrar greinar og yrkingar, men endurgevingin hjá honum av taluni hjá Seattle høvdingi varð ikki kunngjørd fyrr enn 34 ár eftir. Heystið 1887 stóð talan endurgivin í eini greinarøð, sum hann skrivaði fyri ''Seattle Sunday Star'' um niðursetutíðina. Tey næstu mongu árini varð talan løgd út og tulkað meira ella minni sum best bar til. Í kreppuárunum í [[1930-árini|1930-unum]] varð hon givin út við ábendingum um at skula profetera um eitt komandi sosialt skrædl. Í [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimskríggi]] varð Seattle lýstur sum eitt slag av einum pasifisti. Í [[1960-árini|1960-unum]] varð hann lýstur sum týðandi [[Katolikkar|katolikkur]]. Søgur gingu m.a. um, at katolikkar høvdu doypt Seattle uml. 1830, men í taluni bendir einki á, at tað hevði nakað serligt upp á seg.
 
==Landafrøði==
[[Mynd:OlympicNP.jpg|thumb|right|Fjøll í vestastu fjallarøðini í USA, [[Coast Range]], í Washington.]]
Har er ein strandarleið, sum er einar 253 kilometrar long. Tað er ein long strond. Har gongur ein smalur strandargeiri millum fjøllini og havið, sum nettupp har ganga rætt suður og norður, og sum hava verið ein forðing fyri sambandinum inn í landið. Tað er helst grundin til, at ein serstakur liviháttur tók seg upp júst í tí smala strandargeiranum, ið strekti seg frá tí norðara [[Kalifornia]] allan vegin norður gjøgnum [[Oregon]] og Washington og kanadiska landspartin, [[British Columbia]], til tað sunnasta [[Alaska]]. Nógvar oyggjar liggja fram við strondini úr Washington til kanadiska markið. Hetta er tað, vit kunnu rópa ein skergarður úti fyri strondini, nakað norður við kanadastrondini. Eitt land, ið kann berast saman við [[Noreg]], hvat náttúru viðvíkir. Tey høgu fjøllini vóru ring at fara um. Tey stóðu sum ein múrur, og tí var støðan tann heilt serliga, at tey fólkini, sum búðu í geiranum millum hesi høgu fjøll og [[Kyrrahavið]], vóru at kalla óávirkað av allari aðrari mentan í [[Norður-Amerika]]. Fjøllini, ið næstan randa Kyrrahavið vestan fyri [[Rocky Mountains]], eru ávikavist [[Cascade Mountains]] og [[Coast Range]]. Undir einum eita hesi fjøllini [[Cordillerurnar]], ið er spanska heildarnavnið, ''Cordillas'', fyri tey øll.
 
== Búskapur ==