Munurin millum rættingarnar hjá "Washington"

Content deleted Content added
Linja 47:
 
== Búskapur ==
 
=== Skogbrúk ===
[[Mynd:Barn_at_Chumstick_WA.jpg|thumb|left|230px|Stórir skógir vaksa ymsastaðni, og hópur av viði verður útfluttur.]]
[[Mynd:Rainierreflect1.jpg|thumb|right|280px|Mt. Rainier og Spegilsmyndvatn.]].
Só nógvur skógur veksur í Washington, at hann er 3/5 av allari víddini, tað mesta er nálaskógur. Í skógunum búgva mest veiðimenn, og kann tað vera ógvuliga langt millum teirra. Summir av veiðimonnunum eru eisini [[Upprunaamerikanarar|indiánar]]. Dýrum er nógv av. Har eru til dømis márar, bisamrottur, geypur, [[Elgur|elgsdýr]], bjarnir, [[Bævur|bævrar]], hjørtir, o.o. Í skóginum búgva eisini viðahøggarar, og so nógvur viður verður høgdur, at einki stat í [[USA]] flytur slíka nøgd av timbri út sum Washington. Nógv av viðinum verður málið til sellulosu og pappír. 1000 t. av pappíri gera tey størstu virkini um dagin.
 
Við hvørt kann tað henda, at eldur kemur í skógin, og tá kann brenna í fleiri dagar. Av slíkum eldi stendst ofta øgiligur skaði, og bæði í [[Oregon]] og Washington verður nógv gjørt fyri at fáa fólk, sum ferðast á skóginum, at ansa væl eftir eldi. Teir hava eisini bygt vakttorn í skóginum, har menn sita og boða frá, tá ið eldur er íkomin. Summastaðni nýta teir flogfør. Menn standa so altíð til reiðar at fara at sløkkja, og tá ið boðini koma, halda teir avstað, og vegurin er langur og ringt at koma fram, verður farið við [[flogfar]]i, og so mugu sløkkingarmenninir fara niður frá flogfarinum í fallskíggja.
[[Mynd:Rainierreflect1.jpg|thumb|right|280px|Mt. Rainier og Spegilsmyndvatn.]].
 
== Sí eisini ==