Munurin millum rættingarnar hjá "Washington"

Content deleted Content added
Linja 39:
===Indianarar===
[[Mynd:Chief_seattle.jpg|thumb|left|[[Seattle høvdingur]], Chief Seattle, er ein anglofisering av Si'ahl, eisini Seathle, Seeahth ella Sealth. Seattle livdi frá 1780-1866 og var høvdingur hjá Duwamish-fólkinum.]]
[[Mynd:20130214073638!Governor.Gen.Stevens_cropped.jpg|thumb|right|[[Isaac Stevens]] var fyrsti [[guvernørur]] í statinum Washington.]]
Høvuðsstaðurin [[Seattle]] er uppkallaður eftir tí mæta høvdinginum [[Seattle høvdingur|Seattle]] (1780-1866). Seattle var av sequami-fólkinum, sum búði á strandarleiðunum í norðurvestara parti av USA. Høvdingurin dugdi ikki at síggja nakra aðra gongda leið hjá indianarunum enn at liva saman við tí hvíta manninum. Seattle gav seg undir yvirvaldið hjá stjórnini í [[Washington DC]]. Sum byrjan til sáttmálatingingarnar við USA helt hann røðu fyri [[Isaac Stevens]], guverøri, og hetta er røðan, ið verður rópt talan hjá Seattle høvdingi. Isaac Ingalls Stevens (1818-62) var fyrsti guvernørur í statinum. Hann hevði sæti í [[Kongressin í USA|Kongressini]] í samveldishøvuðsstaðnum Washington og var brigadugeneralur í samveldisherinum hjá norðurstatunum í [[Borgarakríggj í USA|borgarakrígnum]] (1861-65), til hann fall í slagnum í Chantilly í [[Virginia]] 1. sept. í 1862. Seattle var tiltikin fyri sínar talugávurm. Tá ið hann helt sína víðagitnu talu, skal hann hava lagt hondina á høvdið á guvernørinum.