Munurin millum rættingarnar hjá "Washington"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 35:
 
Ein heitur streymur, sum kemur frá [[Ásia]], ger, at vetrarnir her verða lýggir. Sumrini eru eisini oftast góð, men um heystarnar regnar ógvuliga illa, og ofta liggur skadda á fjøllunum.
 
==Søga==
===Indianarar===
[[Mynd:Chief_seattle.jpg|thumb|left|[[Seattle høvdingur]], Chief Seattle, er ein anglofisering av Si'ahl, eisini Seathle, Seeahth ella Sealth. Seattle livdi frá 1780-1866 og var høvdingur hjá Duwamish-fólkinum.]]
Høvuðsstaðurin [[Seattle]] er uppkallaður eftir tí mæta høvdinginum [[Seattle høvdingur|Seattle]] (1780-1866). Seattle var av sequami-fólkinum, sum búði á strandarleiðunum í norðurvestara parti av USA. Høvdingurin dugdi ikki at síggja nakra aðra gongda leið hjá indianarunum enn at liva saman við tí hvíta manninum. Seattle gav seg undir yvirvaldið hjá stjórnini í [[Washington DC]]. Sum byrjan til sáttmálatingingarnar við USA helt hann røðu fyri [[Isaac Stevens]], guverøri, og hetta er røðan, ið verður rópt talan hjá Seattle høvdingi. Isaac Ingalls Stevens (1818-62) var fyrsti guvernørur í statinum. Hann hevði sæti í [[Kongressin í USA|Kongressini]] í samveldishøvuðsstaðnum Washington og var brigadugeneralur í samveldisherinum hjá norðurstatunum í [[Borgarakríggj í USA|borgarakrígnum]] (1861-65), til hann fall í slagnum í Chantilly í [[Virginia]] 1. sept. í 1862. Seattle var tiltikin fyri sínar talugávurm. Tá ið hann helt sína víðagitnu talu, skal hann hava lagt hondina á høvdið á guvernørinum.
 
Tað vóru nógvir samskiftistrupulleikar við hetta høvið. Hjástaddir vóru nógvir tjóðflokkar, ið talaðu sera ymisk [[mál]], so talan hjá guvernørinum Stevens varð fyrst týdd til tað pidginmálið, blendingsmálið, ið hevði ment seg við sambandinum við teir hvítu. Málið var rópt chinookjargon, ið var ein blanding av chinook, [[Franskt mál|fronskum]] og [[Eingilskt|eingilskum]]. Síðan umsettu onnur tað til tey ymisku indiansku málini. Tá ið [[Indiánar í USA|indianarnir]] talaðu, gekk tilgongdin hinvegin. Tað verður hildið vera ósannlíkt, at Seattle fór at tala chinookjargon. Hansara egna mál var lushootseed. Ein hvítur, ið var til staðar, 34 ára gamli [[Dr. Henry Smith]], skrivaði upp, men hvat hann skrivaði, er ikki heilt greitt. Sjálvur segði hann, at tað, hann skrivaði, var “bara eitt brot úr taluni hjá Seattle.” Dr. Smith var kongressmaður, lækni, skald og niðursetumaður í býnum Seattle, WA.
 
Dr. Henry A. Smith skrivaði nakrar greinar og yrkingar, men endurgevingin hjá honum av taluni hjá Seattle høvdingi varð ikki kunngjørd fyrr enn 34 ár eftir. Heystið 1887 stóð talan endurgivin í eini greinarøð, sum hann skrivaði fyri ''Seattle Sunday Star'' um niðursetutíðina. Tey næstu mongu árini varð talan løgd út og tulkað meira ella minni sum best bar til. Í kreppuárunum í [[1930-árini|1930-unum]] varð hon givin út við ábendingum um at skula profetera um eitt komandi sosialt skrædl. Í [[Seinni heimsbardagi|Seinna heimskríggi]] varð Seattle lýstur sum eitt slag av einum pasifisti. Í [[1960-árini|1960-unum]] varð hann lýstur sum týðandi [[Katolikkar|katolikkur]]. Søgur gingu m.a. um, at katolikkar høvdu doypt Seattle uml. 1830, men í taluni bendir einki á, at tað hevði nakað serligt upp á seg.
 
== Búskapur ==
Line 43 ⟶ 52:
 
Við hvørt kann tað henda, at eldur kemur í skógin, og tá kann brenna í fleiri dagar. Av slíkum eldi stendst ofta øgiligur skaði, og bæði í [[Oregon]] og Washington verður nógv gjørt fyri at fáa fólk, sum ferðast á skóginum, at ansa væl eftir eldi. Teir hava eisini bygt vakttorn í skóginum, har menn sita og boða frá, tá ið eldur er íkomin. Summastaðni nýta teir flogfør. Menn standa so altíð til reiðar at fara at sløkkja, og tá ið boðini koma, halda teir avstað, og vegurin er langur og ringt at koma fram, verður farið við [[flogfar]]i, og so mugu sløkkingarmenninir fara niður frá flogfarinum í fallskíggja.
[[Mynd:Rainierreflect1.jpg|thumb|right|280px|Mt. Rainier og Spegilsmyndvatn.]].
 
== Sí eisini ==
*[[USA|Sambandsríki Amerika]]