Lat upp høvuðsmeny

Broytingar

1,105 bytes løgd afturat ,  9 mánaðir síðan
 
Fyrstu [[Evropa|evropeisku]] niðursetumenninir bygdu sær einfaldar stokkastovur á teimum jarðum, teir høvdu ruddað. Uttan um búsetningarnar varð sett girðing at verja fyri veðrið og óbodnum gestum. Húsini vórðu smíðað úr viði, sum varð feldur í skóginum tætt við. Niðursetufólkini høvdu harðbalið lív og mong doyðu av sjúku og mattroti, og onnur settu til av kulda og møði.
 
Í 1607 løgdu trý bretsk skip at í Virginia at grundleggja koloniina [[Jamestown]]. Ein teirra, ið var við, var [[John Smith]], kapteynur (1580-1631). Hann var ákærdur fyri uppreistur. Smith varð náðaður, men varð sendur út at leita eftir mati. Tá ið John Smith og hansara menn vóru komnir nakað niðan eftir ánni Chickahominy, lupu innføddir á teir. Allir vórðu slátraðir uttan John Smith, ið aftur varð náðaður. Hesa ferð var tað [[Pocahontas]], dóttir høvdingin [[Powhatan]], ið fekk bjargað honum. Smith varð hildin fangi eina tíð, og kærleikin kyknaði millum Pocahontas og hann. Tá ið Pocahontas ávaraði Smith um eitt indianaraálop, eftir at hann var afturkomin til koloniina, burtursegði ættbólkurin hana fyri svikagerð. John Smith rýmdi frá henni, tá ið hann fór út á aðrar rannsóknarferðir. Í staðin møtti hon aðalsmanninum [[John Rolfe]], ið tekur hana við til [[Ongland]]s at hitta kong og drotning. Pocahontas varð seinni kend sum Rebecca Rolfe. Hon kom ongantíð heimaftur, tí Pocahontas fekk pokur og doyði í [[London]].
 
=== Borgarakríggið ===
Dulnevndur brúkari