Munurin millum rættingarnar hjá "New York"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 36:
 
== Søga ==
[[Mynd:Missing_Floor_13.jpg|thumb|left|220px|Knøttar eru at trýsta á, so tað slepst á røttu hæddina í húsunum. Telda sær til, at lyftan rakar beint á.]]
=== Indiánarnir===
Í statunum [[Pennsylvania]] og New York fyri norðan í USA búgva, sum [[Indianarar|indianararnir]] har róptu seg sjálvar, Tær Seks Tjóðirnar, [[irokesarnir]]. Navnið irokesarar er komið úr tí [[Franskt mál|franska]] ''iroquois''. Tað eru fáir irokesarar eftir. Nakrir eru í [[Kanada]], og nakrir eru norðarlara í statinum New York, tí at tað hendi við hesum indianarum, sum tað hendi við so mongum øðrum fólkum, at teir vórðu drignir upp í klandrið, sum var ímillum evropeiskar tjóðir. Frasmenn høvdu búsett seg í landinum, sum varð til Kanada, og bretar høvdu búsett seg í teimum upprunaligu statunum í USA, tað, vit vanliga rópa [[New England]]. Krígsstøða varð millum [[Bretland]] og [[Frakland]] í síni tíð, og henda krígsstøða breiddi seg bæði í Kanada og USA. Hetta stríð vórðu millum annað irokesarar drignir uppí.
 
=== Fyrstu lyfturnar ===
[[Mynd:Missing_Floor_13.jpg|thumb|left|220pxright|Knøttar eru at trýsta á, so tað slepst á røttu hæddina í húsunum. Telda sær til, at lyftan rakar beint á.]]
 
Í stórbýum í New York hevði verið sera trupult at arbeitt ella at farið til handils, um ikki lyftur ella rullitrappur vóru. Fólk høvdu verið noydd at gingið trappur upp og trappur niður í háhúsum og í støðum undir jørð, og trupult hevði verið hjá illa gongdum fólki at sloppið upp og niður. [[Otis Elevator Company]] (OTIS) gjørdi í [[Yonkers]], New York í [[1852]] fyrstu lyftuna, hon gekk við dampspæli.