Munurin millum rættingarnar hjá "Texas"

Content deleted Content added
Linja 40:
 
== Søga ==
[[Mynd:SHouston.jpg|thumb|left|200px|[[Sam Houston]] ([[2. mars]] [[1793]][[26. juli]] [[1863]]).]]
[[Mynd:John_F._Kennedy%2C_White_House_color_photo_portrait.jpg|thumb|right|200px|[[John F. Kennedy]] ([[29. mai]] [[1917]][[22. november]] [[1963]]).]]
[[Apache]] er felagsheiti á fleiri mentanarliga skyldum [[Indiánar í USA|indianarafólkum]], sum eru tey upprunaligu fólkini í Vestur-Texas. Orðið "apache" merkir krígsmaður og kemur úr yuman: apa (maður), awha (krígsmaður, bardagi, handbrá), og tche, ið formar orðasambindingina. Fólkasløgini, ið livdu í hesum turra landinum, vóru upprunaliga veiðufólk, og helst vóru tey áðrenn tað savnarar og lægri veiðumenn og hava livað spjatt í heilt smáum flokkum. Tey fyrstu lipan-apache fólkini í vestara Texas vóru nomadar, summir fóru so langt suður sum til Meksiko. Tey veiddu mest [[Bisonneyt|bison]], men høvdu harafturat eitt avmarkað jarðarbrúk. Tann fyrsta skrásetingin við navninum apache er frá 1581, frá Espejo-rannsóknarferðini, tá ið teir róptu ættbólkarnar ''apachi''. Sambært Cortez, ið skrivaði um apachararnar í 1799, umrøddu og roknaðu spaniólar hesar ættbólkar sum apacharar. Í øldir vóru apacharar øgiligir krígsmenn, ið vóru lagaðir eftir lívinum á [[oyðimørk]]ini, og sum lupu á teir, ið trokaðu seg inn á teirra øki. Teir fyrstu, ið komu inn í apachelandið í Texas, vóru spaniólar seinast í [[1500-árini|1500-talinum]].
Texas var einaferð [[Spania|spanskt]] [[hjáland]]. Tá ið [[Meksiko]] tók loysing frá [[Spania]] [[1821]], var Texas partur av [[Meksiko]]. Næstu 15 árini fluttu fleiri enn 25.000 [[norðuramerika]]narar til Texas. [[Meksiko]] var ímóti [[Trælur|trælahaldi]]. Tað dámdi fólkinum í Texas lítið, tí at tey búðu í útryðjuni í bummullarríkjinum og søgdu seg hava brúk fyri [[Trælur|trælaarbeiði]]. Í [[1835]] gjørdu tey uppreistur ímóti hernaðareinaræðisharranum [[Antonio de Santa Anna]] ([[1974]]-[[1876]]) og skipaðu fyribilsstjórn. Tey settu [[Sam Houston]] ([[1793]]-[[1863]]) at ráða og tóku býin [[San Antonio, Texas|San Antonio]] í Texas. Í [[februar]] [[1836]] gjørdi [[Meksiko|meksikansk]] herdeild við [[Santa Anna]] innrás í Texas fyri at knúsa uppreisturin. [[Meksiko|Meksikanararnir]] kringsettu [[Alamo]], sum fell 13 dagar seinni. Allir tveyhundrað hermenninir, sum høvdu vart skansan, vóru drepnir. Teir mánaðir máttu [[Santa Anna]] og herur hansara flýggja í bardagnum við [[San Jacinto]]. Texas varð lýst lýðveldi, og [[Sam Houston]] kosin forseti. Í [[1845]] bað Texas um at verða limað inn í [[USA]]. Tað varð atvold til kríggj ímillum [[Meksiko]] og [[USA]] í [[1846]]-[[1848]]. [[Meksiko]] tapti.
 
Í [[1870-árini|1870]]- og [[1880-árini|1880’unum]] vórðu indianararnir riknir út við makt, og jarnbreytin útbygd og slóðaði ræsur fyri búreisingarnar. Neytahaldið varð meir og føddi mýtuna um Texas sum tað veruliga "villa vestið". Fyrst í [[1900-talinum]] fekk oljan stóran týdning fyri Texas, og býirnir [[Houston]] og [[Dallas]] vórðu roknaðir sum tveir teir ríkastu býirnir í heiminum. Nú er Texas næst [[Alaska]] at vinna út [[Olja|olju]]. Magnesium, jarn og uran verður eisini vunnið í Texas.
 
[[Forseti Sambandsríki Amerika|Forsetin]] í [[USA]], [[John F. Kennedy]], varð tann [[22. november|22. novembur]] [[1963]] skotin og doyði í [[Dallas]], Texas.
 
Høgi [[Olja|oljuprísurin]] í [[1970-árini|1970-árunum]] elvdi til [[Búskapur|búskaparligan]] vøkstur í Texas. Lýggja veðurlagið og dreymurin um betri kor freistaði eisini fólk at fara vestureftir og í ein útsynning. Bílig arbeiðsmegi úr [[Meksiko]] gjørdi eisini sítt til, at fólk fóru tann vegin.
 
Fyrrverandi [[USA|amerikanski]] [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] [[George W. Bush]] var guvernørur í Texas í árunum [[1994]]-[[2000]].
 
==Politikkur==