Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 337:
=== Evropasamveldið ===
[[Mynd:Location_European_Union.svg|thumb|right|250px|Hóast [[Danmark]] er limur í [[ES]], eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum.]]
Føroyar hava heimastýri í [[Ríkisfelagsskapur|Ríkisfelagsskapinum]]. Hóast Danmark er limur í [[ES|Evropasamveldinum]], eru Føroyar ikki fevndar av danska ES-limaskapinum. Tó eru føroyingar danskir ríkisborgarar og kunnu tí í ávísum førum, sum eru heft at bústaði, fáa tey rættindi, sum danski ES-sáttmálin fevnir um, til dømis rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi. Sum føroyingur kanst tú velja annaðhvørt føroyskt pass ella danskt ES-pass. Í veruleikanum hevur valið av passi onga ávirkan á, hvørji rættindi ein føroyingur fær, tá ið hann fer til eitt ES-land. Tað, sum er avgerandi, er bústaðurin. Hetta merkir, at ein føroyingur búsitandi í Føroyum hevur ikki rætt at búseta seg og arbeiða í einum ES-landi sambært felagsmarknaðarrættinum. Hinvegin fær ein føroyingur, sum er danskur ríkisborgari, somu rættindi sum ein ES-borgari, er hann búsitandi í Danmark - uttan mun til um viðkomandi hevur føroyskt-danskt pass ella danskt ES-pass.
 
=== Samkynd ===
Linja 347:
== Skúlaskapur ==
[[Mynd:Tvoroyri_winter_2004_youth_walking_in_street.JPG|thumb|250px|Børn á veg til húsar úr skúla á [[Tvøroyri]].]]
Frálæra fæst í fólkaskúlanum ella á frískúla. Í 1979 fekk [[Landsstýrið]] um hendi at umsita øll føroysk undirvísingarmál, og løgtingslóg um fólkaskúlan kom í gildi 1. august 1979. Lógin sigur m. a., at øll børn í undirvísingarskyldugum eiga ókeypis frálæru í fólkaskúlanum.
 
=== Fólkaskúlin ===
Linja 365:
''Høvuðsgrein: [[Føroysk mentan]]''
 
Føroysk mentan hevur sín uppruna í norrønari mentan. [[Føroyskt mál|Málið]] er runnið úr [[Norrønt mál|fornnorrønum]] eins og í grannalondunum. Í stórum eru føroyingar [[Kristindómur|kristnir]] hóast ymsar áskoðanir eru um júst, hvussu stórur partur av fólkinum er kristin. Við aldagomlu [[Kvæði|kvøðingini]] hava føroyingar siðvenju fyri kvøðing og sangi. M. a. orsakað av vantandi viðarvøkstri var ikki vanligt at nýta ljóðføri í Føroyum, og føroyingar hava dansað og kvøðið í staðin. Í [[20. øld]] betraðist millumlanda vøruflutningurin, og føroyingar fóru tá at nýta innflutt ljóðføri, sum nú verða nógv nýtt. Á sama hátt tók [[myndlist]]in dik á seg í 20. øld, og er síðani nógv ment.
 
== Landafrøði ==
Linja 413:
Føroysk skip fiskaðu í 2004 samanlagt 580 túsund tons á øllum havleiðum og umleið helvtin varð fiskað á føroyskum sjóøki. Hetta er meira enn tvífalt tað, sum fiskað var fyrst í [[1990-árini|1990'unum]]. Nógv tann størsti parturin var tað vit kalla [[uppisjóvarfiskur]], sum fiskað vórðu omanfyri 400 túsund tons av. Um 150 túsund tons vóru [[Botnfiskur|botnfiskasløg]]. Besta fiskiárið var 2003, tá fiskað vórðu 617 túsund tons, og tá vóru 420 tons av uppisjóvarfiski og 160 tons av botnfiskasløgum.
 
Fiskur er mest týðandi útflutningsvøran. Av vøruútflutninginum hava fiskavørur seinastu árini talt umleið 95 % av øllum útflutninginum. Sjálvt tá tænastuútflutningurin verður taldur uppí, telir fiskaútflutningurin nógv størsta partin - í 2004 taldi fiskaútflutningurin 82 % av øllum útflutningi av bæði vørum og tænastum samanlagt. Útflutningurin av fiskavørum í 2005 var slakar 3,4 miljardir krónur. Av virðisøkingini í landinum taldi fiskiskapur 16 % í miðal árini 1998-20031998–2003.
 
Fiskiskapur telist eisini millum tær vinnur, har mesta arbeiðsvirksemi er. Løntakarateljingin vísir, at í 2005 vóru tað um 2 400 fólk, ella 10 % av løntakarunum, sum høvdu høvuðsinntøkuna úr fiskiskapi. Bæði talið og prosentparturin eru minni enn í 1990, tá tey vóru 2 900 og taldu góð 12 % av løntakarunum. Haraftrat eru fleiri sjálvstøðug vinnurekandi í fiskiskapi, sum útróðramenn og reiðarar, men øll starvandi í fiskiskapi telja somuleiðis 10 % av arbeiðsvirknum borgarum.
Linja 495:
==== Ferðamannaskip ====
 
Talið av ferðamannaskipum, ið koma inn á [[Tórshavn]], tykist at vera í støðugum vøkstri. Nevnast kann, at í 1999 var talið av ferðafólkum, sum komu við ferðamannaskipum, stívliga 7000, uttan manning. Longu í 2006 var hetta talið nærum fýrafalda, tá talið av ferðandi var 25.000, uttan manning. Verður manningin tald við, vóru umleið 33.000 ferðafólk í hesum bólki í 2006. Ein kanning, sum var gjørd í 2006 av einum bólki, settur av [[Tórshavnar kommuna]] vísti, at ferðafólkini brúka í miðal bert 100 kr. hvør. Brúkar hvørt av ferðafólkunum 100 kr. í miðal, tá eru útferðir ikki íroknaðar, kann inntøkan roknast at vera 2,5 mió. kr. Um manningin verður tald við, er inntøkan 3,3 mió. kr. Tá samlaða [[Bruttotjóðarúrtøka|BTÚ]] fyri Føroyar var 11.738 mió. kr í 2006 , var nýtslan hjá hesum ferðafólkunum einans 0,028 % av samlaðu bruttutjóðarúrtøkuni.
 
=== Handilssáttmálar ===
Linja 510:
[[Mynd:Papageitaucher,_Färöer_(2009)_(1).jpg|thumb|right|250px|Í Føroyum eru gott 550 000 pør av føroyskum [[Lundi|lundum]]; lundi er alt árið í Føroyum.]]
[[Mynd:Pilot_whale_spyhop.jpg|thumb|right|250px|[[Grindahvalur]].]]
Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur [[seyður]] og nógvur [[fuglur]], har uppií [[lundar]] og eisini [[Tjaldur|tjøldur]], sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av [[Fiskur|fiskasløgum]], [[Kópur|kópum]], [[Krabbadýr|krabbum]], [[Rækja|rækjum]], og [[Hvalur|hvalum]], m. a. [[bóghvítuhvalur]], [[grindahvalur]] og [[augustur]]. Hendinga [[Høgguslokkar|høgguslokkur]] sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (Músin, sum livir í Føroyum er [[vestanmús]]in (''Mus domesticus'')) <ref>http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/A_molecular_characterization_of_the_charismatic_Faroe_house_mouse.pdf</ref>. Rottan, sum livir í Føroyum er [[Brún rotta|brúna rottan]] (''Rattus norvegicus''), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini [[flogmýs]] verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. [[Hara]]n, sum vit kenna í Føroyum er [[Snjóharan|norðurevropeiska snjóharan]] (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov til 31. des.
 
Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "''Important Bird Area''" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við [[Sandsvatn]], [[Gróthúsvatn]] og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "''Important Bird Area''". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av [[skordýr]]um í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, [[sniglar]] o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg.
Linja 521:
Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248&nbsp;428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Til samanberingar kann sigast, at talið av hægri plantum í [[Norra]] er okkurt uml. 2&nbsp;000 meðan tað í [[Danmark]] er 4&nbsp;000. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m, verður vøksturin berligari við sløgum, sum sum eru eyðkend fyri láglendið á tí [[arktis]]ka økinum. [[Urtapílur]] (''Salix herbaceae''), [[aksgrógvin bløðkuurt]] (''Bistorta vivipara'') og [[grámosi]] (''Racomitrium lanuginosum'') eru ráðandi sløgini.
 
Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru [[vanligur heiðalyngur]] (''Calluna vulgaris''), [[tvíkynjaður berjalyngur]] (''Empetrum hermaphroditum''), [[aðalbláber]] (''Vaccinium myrtillus''), sjáldnari eisini [[føroyskur klokkulyngur]] (''Erica cinerea'') og [[heiðabláber]] (''Vaccinium uliginosum''). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú [[børkumura]] (''Potentilla erecta''), [[fagurligt pirikum]] (Hypericum pulcrum) og [[smá silkibond]] (''Polygala serphylla''). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. Á skuggasíðum er einki heiðalendi. Oman fyri 200 m minkar útbreiðslan av berjalyngi og bláberjagróðri so smátt eisini, til o. u. 400 m oman fyri sjóvarmálan; tá hvørva hesi sløgini eisini.
 
== Myndasavn ==