Munurin millum rættingarnar hjá "Paris"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá EileenSanda
Merki: Rollback
Linja 3:
 
Síðan fornøld hevur fólk búð á áarbakkunum fram við ánni [[Seineá]], har [[høvuðsstaður]]in París nú er. Í [[Frakland]]i búgva 65 mió. fólk, og fimtingurin býr í og uttan um París. Tað er ein av fremstu stórbýum í [[Evropa]] við breiðum gøtum og nógvum viðgitnum minnisvarðum og forngripasøvnum. Stórir partar í gamla býarpartinum vórðu umbygdir og nútimansgjørdir í farnu øld.
 
At ferðast til og frá París liggur væl fyri, tí nógvar jarnbreytir møtast í býnum, og uttanfyri hann er stór flogstøð, har [[flogfør]] úr øllum [[Evropa]] setast. Tað er siglandi líka niðan til París eftir [[Seine]], men tó ikki við stórum skipum.
 
== Søga ==
=== Yvirgangur í 21. øld ===
12 fólk vórðu myrd 7. januar 2015, tá tveir [[Yvirgangsálopið móti Charlie Hebdo|yvirgangsmenn]] tóku seg inn í hølini hjá franska satirublaðnum, [[Charlie Hebdo]]. Stór mannajagstran var í Fraklandi eftir tveimum brøðrum, ið vóru undir illgruna fyri at hava framt álopið. Teir vórðu seinni skotnir av [[Løgregla|løgregluni]]. 129 fólk lótu fólk lív undir einari [[Yvirgangsálopini í París í november 2015|yvirgangsatsókn]] móti fleiri støðum í París 13. november 2015. Millum annað tóku yvirgangsmennirnir seg inn á spælistaðið Bataclan, brustu sjálvmorðsbumbur og skutu frá hond undir einari konsert, og drupu 80 fólk. Samstundis varð lopið á fimm matstovur har fólk vórðu dripin og særd.
 
==Áhugaverd støð==
Mitt í býnum stendur tann so nevndi Fagnaðarbogin, sum [[Napoleon Bonaparte|Napoleon keisari]] bygdi; frá hesum plássi ganga breiðir vegir í ymsar ættir. Gitnasta kirkjan er [[Notre Dame]]. Í [[Louvre]] eru verøldargitin søvn av forngripum og listarlutum av øllum slagum; upp í [[Eiffeltornið]] fer nøgd av fólki at njóta tað góða útsýnið haðani. Annars eru ógvuliga nógvir prýðiligir bygningar at síggja í býnum, bæði sjónleikarhús, myndahøllir og handlar.
 
{{Commonscat}}