Munurin millum rættingarnar hjá "Kris Kristofferson"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3:
 
Kris Kristofferson hevði konsert í [[Ítróttarhøllin á Hálsi|Ítróttarhøllini á Hálsi]] tann [[1. apríl]] [[2007]]. Kristofferson var eisini í Føroyum í 2016 í samband við eina konsert í [[Norðurlandahúsið í Føroyum|Norðurlandahúsinum]] 1. september. Kris Kristofferson er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya, tá ið hann kom til landið í august mánað 2016.<ref>http://portal.fo/kris+kristofferson+akaerdur+fyri+at+smugla+rusevni+foroya.html</ref>
 
Umframt at vera tónleikari og sangskrivari, hevur Kris Kristofferson eisini fingist við [[Sjónleikur|sjónleik]]. Hann hevur vunnið tríggjar [[Grammy Award]], givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum [[Johnny Cash]], [[Willie Nelson]] og [[Waylon Jennings]] undir navninum ''The Highwaymen''. Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin. Hann hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein [[Golden Globe]] fyri "besti leikari" fyri sín leiklut í filminum “A Star Is Born”.
 
Í 2013 sang hann duet við [[Hallur Joensen]] á fløguni hjá Hallur: [[Hallur with Stars and Legends]].
 
==Lívssøga==
[[Mynd:Kris_Kristofferson,_2014.jpg|thumb]]
Kristofferson varð føddur í Brownsville í [[Texas]] inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til [[Kalifornia]], har Kris las Creative Writing á fróðskaparsetrinum, Pomona College í Claremont. Í frítíðini boksaði hann í kappingum. Hansara evni á fróðskaparsetrinum vóru so eyðsýnd, at hann bleiv innlimaður í elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í [[Oxford]] í [[Ongland]]i. Har fór hann so at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próvtøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein "Airborne Ranger" tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point hernaðarakademinum. Við íblástri frá sangskrivarum sum [[Willie Nelson]] og [[Johnny Cash]] fór Kristofferson ístaðin til [[Nashville]] í [[Tennessee]] at royna seg innan [[Countrytónleikur|countrytónleikin]].
 
Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av [[1970-árini|sjeytiárunum]]. Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help Me Make It Through The Night”, “Sunday Morning Coming Down” og “For The Good Times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan countrytónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg, sum Kristofferson hevði skrivað.
 
Umframt ein heilan hóp av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður í [[Country Music Hall of Fame]], hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” í 2002. Tá ið hann fylti 70 ár í 2006, tóku vinir hansara upp eina heiðursútgávu við sangum hjá honum. Luttakandi listafólkini taldu m.a. Wille Nelson, [[Russel Crowe]], [[Emmylou Harris]], [[Roseanne Cash]] og mong onnur. í 2009 fekk Kristofferson “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television CMT, og somuleiðis í 2009 fekk hann Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.
 
Kris Kristofferson hevur leingi verið opin um sín tokka til [[kannabis]].<ref>https://kvf.fo/greinar/2017/08/08/kris-kristofferson-akaerdur-fyri-smugla-rusevni</ref>
 
==Studio-útgávur==