Munurin millum rættingarnar hjá "Borðoy"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s No need for both {{Commons}} and {{Commonscat}}. Removing {{Commons}}.
No edit summary
 
Linja 11:
}}
'''Borðoy''' liggur mitt í [[Norðoyar|Norðoyggjum]]. Hon er nógv innskorin og hevur tí nógvar endar, barð, og oyggin hevur fingið navn eftir hesum barðum. Nógv tað størsta plássið er býurin [[Klaksvík]], sum við sínum 4 600 fólkum hevur 80 % av fólkatalinum í Norðuroyggjum. Hon er eisini størsta fiskivinnuhavnin í landinum.
 
Borðoy er tann størsta av teimum seks Norðoyggjunum og hevur 8 bygdir. Frá suðuri: [[Norðoyri]], Klaksvík, [[Ánirnar]], [[Árnafjørður]], [[Norðtoftir]], [[Depil]], [[Norðdepil]] og norðast er tann nú manntóma bygdin [[Múli]]. Borðoy er kend fyri sína fjølbroyttu náttúru við stórbærum fjøllum, djúpum dølum og vøkrum firðum.
 
Í 1837 bygdi Kongaliga einahandilin úthandil í [[Klaksvík]]. Tá ið einahandilin helt uppat, vórðu handilshúsini seld. Í dag eru tey karmur um fornminnissavnið í býnum. Í 1963 fekk [[Klaksvík|Klaksvíkin]] nýggja stásiliga [[Kirkja|kirkju]], sum hóskar sera væl til príðiligu fjøllini uttanum býin.