Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 510:
[[Mynd:Papageitaucher,_Färöer_(2009)_(1).jpg|thumb|right|250px|Í Føroyum eru gott 550 000 pør av føroyskum [[Lundi|lundum]]; lundi er alt árið í Føroyum.]]
[[Mynd:Pilot_whale_spyhop.jpg|thumb|right|250px|[[Grindahvalur]].]]
Ríkt djóralív er í Føroyum. Nógvur [[seyður]] og nógvur [[fuglur]], har uppií [[lundar]] og eisini [[Tjaldur|tjøldur]], sum er tjóðarfuglur landsins. Í havinum eru ein ørgrynna av [[Fiskur|fiskasløgum]], [[Kópur|kópum]], [[Krabbadýr|krabbum]], [[Rækja|rækjum]], og [[Hvalur|hvalum]], m.a. [[bóghvítuhvalur]], [[grindahvalur]] og [[augustur]]. Hendinga [[Høgguslokkar|høgguslokkur]] sæst eisini. Seyðurin er tann mest eyðsýndi parturin av djóralívinum í haganum. Samstundis hevur hann eisini so mikið stóra ávirkan á vøksturin, at hann setur dám á skordýra- og fuglalívið. Rotta og mús liva í Føroyum, hóast músin er á einum avmarkaðum øki, á nøkrum fáum oyggjum (Músin, sum livir í Føroyum er vestanmúsin[[vestanmús]]in (''Mus domesticus'')) <ref>http://setur.fo/uploads/tx_userpubrep/A_molecular_characterization_of_the_charismatic_Faroe_house_mouse.pdf</ref>. Rottan, sum livir í Føroyum er [[Brún rotta|brúna rottan]] (''Rattus norvegicus''), hon er at finna um alt landið, og verður eisini kallað ferðarottan. Viðvíkjandi flogmús, so hava seinastu árini [[flogmýs]] verið at sæð í Føroyum. Um tað fara at nørast her, vita vit ikki enn. [[Hara]]n, sum vit kenna í Føroyum er [[Snjóharan|norðurevropeiska snjóharan]] (L. timidus). Hon hevur gjøgnum tíðirnar broytt lit, frá at vera snjóhvít, til at vera meiri grá. Eisini skiftir hon lit eftir árstíðunum. Haran verður veidd um veturin frá 2. nov til 31. des.
 
Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "''Important Bird Area''" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við [[Sandsvatn]], [[Gróthúsvatn]] og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "''Important Bird Area''". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av [[skordýr]]um í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, [[sniglar]] o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg.