Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 519:
''Høvuðsgrein: [[Plantulívið í Føroyum]]''
[[Mynd:Arktische_Weide_(Salix_arctica)_5766.JPG|thumb|right|250px|Í Føroyum veksur [[arktiskur pílur]] í homrum har seyður ikki sleppur til, [[Norðoyar|norðatil]] í landinum.]]
Tað finnast okkurt um 400 sløg av plantum í Føroyum, av teimum íalt 248 428 kendu plantusløgunum, ið finnast á jørðini. Av hesum eru 60 innførd av fólki; sum príðisplantur í urtagørðum ella, sum av óvart, eru komnar sum óbodnir gestir í ferðagóðsi. Til samanberingar kann sigast, at talið av hægri plantum í [[Norra]] er okkurt uml. 2 000 meðan tað í [[Danmark]] er 4 000. Ráðandi vøksturin er graslendi við sløgum, sum bæði vaksa í láglendi og á háfjallinum. Á háfjallinum, sum er oman fyri 400 m, verður vøksturin berligari við sløgum, sum sum eru eyðkend fyri láglendið á tí [[arktis]]ka økinum. [[Urtapílur]] (''Salix herbaceae''), [[aksgrógvin bløðkuurt]] (''Bistorta vivipara'') og [[grámosi]] (''Racomitrium lanuginosum'') eru ráðandi sløgini.
 
Vanligasti vøksturin er graslendi, ið er frá fjøru til fjallatind. Lyngheiðar finna vit bert í láglendinum upp í 200 m hædd, har lyngheiðavøksturin hvørvur. Ráðandi planurnar á lyngheiðunum eru [[vanligur heiðalyngur]] (''Calluna vulgaris''), [[tvíkynjaður berjalyngur]] (''Empetrum hermaphroditum''), [[aðalbláber]] (''Vaccinium myrtillus''), sjáldnari eisini [[føroyskur klokkulyngur]] (''Erica cinerea'') og [[heiðabláber]] (''Vaccinium uliginosum''). Hópur av urtum vaksa eisini á lyngheiðunum, eitt nú [[børkumura]] (''Potentilla erecta''), [[fagurligt pirikum]] (Hypericum pulcrum) og [[smá silkibond]] (''Polygala serphylla''). Lyngheiðar eru bert á størstu oyggjunum og trívast best á lýggjum suðurvendum fjallasíðum. Á skuggasíðum er einki heiðalendi. Oman fyri 200 m minkar útbreiðslan av berjalyngi og bláberjagróðri so smátt eisini, til o.u. 400 m oman fyri sjóvarmálan; tá hvørva hesi sløgini eisini.
 
== Myndasavn ==