Munurin millum rættingarnar hjá "Jólamaðurin"

Content deleted Content added
Rettede slåfejl
Merkir: Mobilskriving Rætting frá mobilari app iOS app edit
Rettede grammatik
Merkir: Mobilskriving Rætting frá mobilari app iOS app edit
Linja 6:
===Kristnar siðvenjur (traditiónir)===
[[Mynd:Nikola from 1294.jpg|thumb|right|180px|Russisk halgimynd (icon) av Sankta Nicholasi frá 1294.]]
Siðvenjan við jólamanninum byggir á søgnina um tað kristna halgimennið '''Sankta Nicholas''' (Sankta Niklas) sum var biskupur í havnabýnum [[Myra]] í [[Lykia]] í núverandi [[Turkaland]]i í 3 øld. Hann skal hava verið tiltikin gávumildur, og hjálpt nógvum familjum í neyð. Millum annað skal hann í loynd hava givið tríggjar posar við gulli til ein mann sum átti tríggjar døtur, men ikki hevði ráð til at geva teimum heimanfylgju (medgift)‚ tá tær skuldu giftast.<br>
Niklas var verndarhalgimenni fyri millum annað børn og ung. Í 1200-talinum varð tann stóra barnafestin i [[Frankaríki]] løgd á minnisdegi Sankta Niklasar tann 6. desember [[Niklasarmessu]] . Henda fest spjaddi seg við tíðini til onnur lond í [[Evropa]]. Siðurin var m.a. at geva smáar gávur, sokallaðar ''Niklas-gávur'', og ofta var tað Niklas sjálvur ið kom við gávunum. Við síðuna av hesum siði uppstóð ein tilsvarandi fólksligur siður í 1400-talinum har Niklas kom heim til fólk við gávum.
Innan [[Protestantisma|protestantismuna]] bleiv tann [[Rómversk-katólska kirkjan|katólski]] Niklas-figururin sæddur sum ein kappingarneyti til tann veruliga jólaboðskapin og har bleiv hann útskiftur við Jesusbarnið (Christkind) ella ein protestantiskan ella sekuleran Jólamann fleiri staðir.
Linja 13:
[[Mynd:Georg von Rosen - Oden som vandringsman, 1886 (Odin, the Wanderer).jpg|thumb|left|180px|Tekning frá 1886 eftir [[Georg von Rosen]] av norrøna/germanska gudinum Óðini.]]
Sambært germansku gudalæruna (sum m.a. umfatar ta norrønu gudalæruna) plagdi [[Óðin]] at ríða á áttabeinta rossi sínum [[Sleipnir|Sleipni]], ið kundi leypa long strekki; hetta kann samanlíknast við reinsdjórini hjá jólamanninum, ið dragsa gávuflyltu sletuna hjá jólamanninum eftir himmalhválvinum. Óðini varð eisini givin mong nøvn ið benda á ein gamlan hvítskeggjuntan mann, m.o. ''Síðgrani'', ''Síðskeggr'', ''Langbarðr'' (ið øll merkja ’síðskeggjutur’) og ''Jólnir'' (Jólamaðurin).<br>
Um jóltíðir plagdu børn at seta styvlar fyltar við sukri, gularótum ella hoyggi til rossið Sleipnir hjá Óðini, og afturfyri gav hann teimum góðgæti ella gávur. Framvegis seta børn í [[Týskland]]i, [[Belgia]], [[Niðurlond]]um og pørtum av [[Frankaríki]], skógvar fram, ikki til Óðins, men til kristna Sankta Niklas. Í øðrum londum, m.ø. [[Føroyar|Føroyum]], eru styvlarnir skiftir út við hosur, ið verða hongdar upp so jólamaðurin kann koyra gávur í tær um náttina.
 
==Jólamaðurin í Norðurlondum==