Munurin millum rættingarnar hjá "Florida"

Content deleted Content added
Linja 42:
=== Veðurlag ===
 
Í Florida er vanliga heitt alt árið. Tó kann tað henda seg, at kaldur vindur er norðaneftir í stutt tíðarbil. Tað er ikki gott fyri tey nógvu appilsintrøini, sum har eru. Har er alla tíðina sera slavið og heitt, og hitin er á leið tann sama alt árið. Har er tropiskt regnskógarveðurlag, og tann nátúrligi gróðurin er tropiskur regnskógur. Men nógvastaðni er regnskógurin høgdur, og jørðin er velt ella nýtt sum beitilendi. Norðast í Florida er heitt-temprað veðurlag, har [[leyvtrø]] vaksa. Her vóru áður stórir leyvskógir, men nú á døgum eru í staðin veldiga stórir akrar. Sunnast í Florida er landslagið heilt øðrvísi. Í [[Karibiahav]]i úti fyri suðurstrondini eru nógvar vakrar, pálmavaksnar oyggjar. Til dømis koma milliónir av fólki úr øllum heimi at vitja baðistrendurnar í [[Florida Keys]].
 
=== Mýrlendi ===