Munurin millum rættingarnar hjá "Sandsvatn"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 9 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1257382 (translate me)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Sandsvatn a Lake on Sandoy in the Faroe Islands.JPG|thumb|250px|Sandsvatn, útsýni suðureftir, sæð úr Skemmugarði Inni í Dal.]]
[[Mynd:Sandur_lake.JPG|thumb|250px|Sandsvatn og býlingurin "Í Trøðum" heima á Sandi.]]
'''Sandsvatn''' er vatn í Føroyum í [[Sandoy]]nni, 0,8 km² til víddar. Sandsvatn er størsta vatn í [[Sandoy]]nni og triðstørsta vatn í [[Føroyar|Føroyum]]. Lendið við tey stóru føroysku vøtnini er ofta náttúruvakurt, og umhvørvið við triðstørsta vatn í landinum, Sandsvatn, er onki undantak. Við sunnara enda liggur bygdin [[Sandur]] – og haðani strekkir vatnið seg norð gjøgnum ein langan dal niðan ímóti [[Skopun]].
 
Sandsvatn er uml. 2 kilometrar langt og har tað er breiðast uml. 640 metrar. Ummálið er 0,82km<sup>2</sup> og størsta dýpið uml. fimm metrar undir vatnskorpuni. Avlanga vatnið var upprunaliga ein áarrás, íkomin av niðurbróting og máan av gosrunnum legugrýti. Nú á døgum er vatnið typt frá havinum av einari uml. 400 metrar breiðari strond, sum fyri stóran part er av sandi. Á strondini, serliga niðan móti vatninum, eru við tíðini grasvaksnir sandheygar íkomnir – teir sokallaðu Mølheyggjarnir, har [[plantur]] og smákykt trívast, sum annars ikki finnast í Føroyum. Sandsvatn er annars vælumtókt millum stuttleikafiskimenn, bæði [[laksur]] og [[síl]] finnast í vatninum.
'''Sandsvatn''' er vatn í Føroyum í [[Sandoy]]nni, 0,8 km² til víddar. Sandsvatn er størsta vatn í [[Sandoy]]nni og triðstørsta vatn í [[Føroyar|Føroyum]].
 
Umframt einum hópi av smærri áarløkum, renna tvær stórar áir í vatnið – [[Dalsá]] norðanífrá og [[Traðará]] eystanífrá. Frárenslið er í sunnara enda og ringir seg millum Mølheyggjar og út á hav. Í norðara parti av Sandsvatni liggur ein lítil hólmur, [[Vatnsoyrarhólmur]]. Við norðurendan liggur annars Sandoyar meginskúli fyri eldru fólkaskúlanæmingarnar, við hentleikum sum fótbóltsvølli, ítróttarhøll og svimjihøll.
{{Stubbi}}
 
Eystursíðan av vatninum er nøkulunda óbrotin frá suður í norð. Men á vesturstrondini er ein vík við einum lítlum nesi. Hetta er [[Todnes]], har prestagarður hevur ligið í øldir. Tveir teir kendastu og mest illkendu prestar í Føroyum hava búleikast har.
 
== Sí eisini ==