Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoyar Páll"
Content deleted Content added
Tak burtur versjón 349185 hjá 185.88.231.198 (kjak)herverk Merki: Undo |
|||
Linja 3:
'''Nólsoyar Páll''' (upprunaliga '''Poul Poulsen Nolsøe''') (doyptur [[11. oktober]] [[1766]] í [[Nólsoy]] - [[1809]]) er ein tjóðarhetja í [[Føroyar|Føroyum]]. Páll var sjómaður, [[rithøvundur]], bóndi og bátasmiður. Í [[1804]] bygdi hann [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] í [[Vágur|Vági]]. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til [[Føroyar]].
Nólsoyar Páll var borin í heim í [[Nólsoy]] í árinum [[1766]]. Hann var ein næmouor
Seinni kom hann sær til [[Keypmannahavn]]ar og lærdi seg tað, sum í restaði. So slapp hann sær út í stóru verð. Eingin visti reðiliga, hvar hann fór. Tá eini 12 ár eru liðin, er hann aftur heima í [[Føroyum]], hann kom rætt sum undan kavi. Hann giftist sama árið úti í [[Nólsoy]]. Og longu árið eftir fær hann skip at føra. Tað er skip, sum kongligi handilin eigur, og sum siglir millum [[Danmark]] og Føroyar. Konan doyði skjótt. Hann giftist á øðrum sinni, og nú fær hann bóndagarð á Oyri á Borðoynni, seinni á [[Myrkjanoyri]]. Og so væl royndist hann sum bóndi, at hann fekk heiðursløn í silvuri fyri framúr góðan bóndaskap. Men havið dró. Hann kundi ikki geva seg til tols uppi á landi. Á sølutingi í [[Suðuroy]] keypti Nólsoyar Páll, saman við Peri bónda í Gørðum og Jákupi bónda í [[Toft]]um, burtur av rovum av skipum, ið vóru farin á land, og flutti hetta úr [[Hvalba]] til Vágs. Á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] bygdu teir av hesum tilfari eitt skip, ið teir nevndu [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]]. Tað var í [[1804]]. Hetta var fyrsta skip, føroyingar høvdu átt í øldir. Við skipi sínum ger Nólsoyar Páll, sum hann nú helst verður nevndur, handilsferðir til [[Keypmannahavn]]ar og [[Bergen|Bjørgvins]].
|