Munurin millum rættingarnar hjá "Fiskur"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
 
Støddin á fiskasløgunum er sera ymisk. [[Norskahvoysa]] (Phrynorhombus norvegicus) og [[stubbar]] (Gobiidae) verða ikki meira enn ávikavíst umleið 12 og 7 cm long, men [[kalvi]] er tann størsti beinfiskurin. Hann kann gerast upp til uml. 3 m. langur. [[Tunfiskar]] (1-3 m.) eru eisini stórir, men eru bert í føroyskum sjógvi ávísar partar av árinum. Tann størsti bróskfiskurin í føroyskum sjógvi er [[brugda]], sum gerst yvir 12 m. long. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: Av teimum kunnu nevnast [[svartkjaftur]], [[toskur]], [[upsi]], [[hvítingsbróðir]], [[svartkalvi]], [[stóri kongafiskur]], [[nebbasild]], [[gullaksur]], [[trantkongafiskur]] og [[lítil kongafiskur]]. Fram til 1968 var nógv av [[sild]] undir Føroyum.
 
==Flokking==
 
Fiskur verður skipaður í tveir høvuðsbólkar, annar uttan og hin við veruligum kjafti við kjaftbeinum. Fyrr nevndi bólkur verður nevndur rundmunnar, og bert sløgini súgari og súgálur eru undir [[Føroyum]]. Seinni bólkurin verður aftur býttur í tvey, bróskfiskar (tvørmunnar) og beinfiskar. Bróskfiskar eru hávar, skøtur og havmýs, meðan beinfiskar er so nógv tann størsti bólkurin við m.a. øllum teimum vanligu gagnfiskunum sum [[sild]], [[Laksur|laksi]], [[Toskur|toskafiskum]] og flatfiskum.
 
Vanligt er eisini at skilja millum botnfisk og uppsjóvarfisk. Botnfiskur livir og etur á ella nær botni. Skilt verður ímillum tveir ymiskar bólkar av botnfiski: Botnfiskur, sum hvílur á botninum (bentiskur fiskur), og botnfiskur, sum sveimar í vatnsúluni beint yvir botninum (bentopelagiskur fiskur). Dømi um bentiskan fisk eru [[toskur]], [[hýsa]], [[hvítingur]], [[longa]], [[blálonga]], [[brosma]], [[reyðsprøka]], [[skrubba]], [[tunga]] og [[skøta]]. Dømi um bentopelagiskan fisk eru [[gullaksur]], [[búrfiskur]] og ymisk hávasløg á djúpum vatni. Uppsjóvarfiskur verður eisini nevndur pelagiskur fiskur. Dømi um epipelagiskan fisk eru [[makrelur]], [[sild]] og [[tunfiskur]]. Dømi um mesopelagiskan fisk eru [[svartkjaftur]] og [[prikkafiskur]].
 
Ein triði háttur at býta fiskar upp eftir er, hvussu og hvar teir liva. [[Feskvatnsfiskar]] liva bert í áum og vøtnum, [[saltvatnsfiskar]] liva bert í sjógvi, meðan aðrir á ymsum lívsstigum skifta millum feskt vatn og sjógv; Anadromir fiskar, t. d. [[laksur]], hava gýtingar- og uppvakstrarøki í áum og vøtnum, meðan føðiøkið er í sjónum; katadromir fiskar, t. d. [[állur]], verða gýttir í sjónum, meðan uppvakstrarøkið er í ósa- og feskvatni
 
== Kelda ==