Munurin millum rættingarnar hjá "Kirkjubøur"

Content deleted Content added
No edit summary
 
Linja 34:
 
==Søga==
Kirkjubøur var [[høvuðsstaður]] í Føroyum til siðabótatíðina. Okkurt um miðjuna á elliftu øld vóru Føroyar gjørdar eitt bispadømi, og bispurin, sum oyggjunum stýrdi, hevði setur sítt í Kirkjubø. Og biskuparnir, ið har búðu, høvdu hug at byggja. Úti á líkhúsi kalla tey tann staðin, har sum hinar elstu leivdirnar av kirkjubyggingi enn eru at síggja. Nú stendur eftir bert eitt sindur av einum horni av hesi nevndu kirkju; bakkin er burtur mataður, so alt hitt er farið út á sjógv.
 
Her við bispasetrið í Kirkjubø var ein skúli, sum ungir menn gingu í fyri at fáa prestalærdóm; prestarnir í Føroyum vóru vandir upp í hesum føroyska prestaskúlanum; eisini kann tað vera, at sumir av teimum, ið her lærdu, fingu embæti í [[Noreg]]i. Vist er tað, at m.a. [[Sverri Sjúrðarson|Sverri]], sum seinri var kongur í Noregi, gekk í skúla í Kirkjubø í tíðini um 1160-1170, og at hann har fekk allan tann lærdóm, sum hevur gjørt hann tiltiknan millum konga.
 
==Vitjanarverd støð==