Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 158:
 
=== Fólkatættleiki ===
[[Mynd:Faroe_Islands,_Streymoy,_Tórshavn_(6).jpg|thumb|right|250px|Í Føroyum er fólkatættleikin uml. 35 fólk fyri hvønn km², og í [[Streymoy]]nna uml. 60 fólk fyri hvønn km².]]
 
[[Fólkatættleiki]]n í Føroyum er í miðal uml. 35 fólk fyri hvønn km<sup>2</sup> í 2014.<ref>http://www.hagstova.fo/sites/default/files/Faroe%20Islands%20in%20figures%202014_0.pdf</ref> Tað vil siga, at um alt slag av lendi verður tikið við, so hevur hvørt fólk so nógv pláss í part, sum svarar til uml. 4 fótbóltsvøllir. Men tað er misjavnt, hvussu nógv pláss er í part kring landið. Á fleiri av [[útoyggj]]unum er bara millum 1 og 2 fólk fyri hvønn km<sup>2</sup>. Hinvegin, so býr meira enn ein triðingur av øllum fólkinum í tí størsta býnum, sum er [[Tórshavn]], íroknað [[Hoyvík]] og [[Argir]]. Í [[Suðuroy]] er fólkatættleikin uml. 28 fólk fyri hvønn km<sup>2</sup>, og í [[Eysturoy]]nna uml. 38 fólk fyri hvønn km<sup>2</sup>. Gongdin í íbúgvatalinum í Føroyum er eins og í øðrum londum tann, at fólk flyta til tey stóru plássini, og at smáplássini í flestum førum minka. Sæð undir einum eru Føroyar eitt stálbygt land; tað vil siga, at miðaltalið av fólki fyri hvønn km<sup>2</sup> er lágt. Men kortini býr meginparturin av fólkinum tætt saman í býum og bygdum.