Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
Linja 152:
=== Átrúnaður ===
''Høvuðsgrein: [[Átrúnaður í Føroyum]]''
[[Mynd:Church_of_Viðareiði,_Faroe_Islands.JPG|thumb|right|250px|[[Viðareiðis kirkja]].]]
 
[[Átrúnaður]]in hevur ein stóran leiklut í føroysku [[Føroysk mentan|mentanini]]. Umleið 82,8 prosent av fólkinum hoyrir til ta evangelisku-luthersku [[Fólkakirkjan|fólkakirkjuna]],<ref>Landsfólkayvirlitið, Føroya Stiftsstjórn.</ref> og næststørsti bólkurin, sum verður mettur at vera 10 prosent, hoyrir til [[Brøðrasamkoman|brøðrasamkomuna]]. Av tí at brøðrasamkoman ikki skrásetur limir, eru eingi nágreinilig hagtøl yvir, hvussu nógv hoyra til brøðrasamkomuna. Restin eru smærri trúarbólkar, sum flestir eru [[Kristindómur|kristnir]]. Sambært fólkateljingini tann 1. nov í 2011 eru yvir 95 prosent av øllum føroyingum [[Kristin|kristnir]] (allir kristnir samkomubólkar eru taldir saman) <ref>http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/atrunadur/eitt-kristid-samfelag</ref>. Næststørsti bólkur eru tey, sum ikki hava eina trúgv – [[gudloysi|gudloysingar]]. Sambært kanningini hava 1&nbsp;397 fólk yvir 15 ár í Føroyum onga trúgv. Tey valdu at svara ”onga trúgv”, sum var ein av svarmøguleikunum. Um fólk uttan trúgv ikki verða tald við, tá ið talan er um trúgv, so er [[buddisma]] næststørsta sjálvstøðuga trúgv (66 fólk yvir 15 ár). Eftir hagtølunum eru nógv flestar kvinnur, og tær allar eru undir 70 ár. Tá er bólkurin ”fleiri enn eina trúgv” heldur ikki taldur við. Hann umboðar 85 fólk. [[Islam]] er triðstørsti bólkur við 23 fólkum. Á næstu plássunum eru [[bahá'í trúgvin]] (13), [[jødadómur]] (12), [[hinduisma]] (7) og [[sikhisma]] (3). Verður hugt eftir sambandinum millum føðiland og trúgv, so er eisini týðiligt, at eisini tey, sum eru fødd uttanlands, men flutt til Føroya, svara at teirra trúgv er kristindómur. Av teimum, sum eru fødd í [[Afrika]], [[Ásia]] ella [[Miðeystur|Miðeystri]] svara 70 prosent, at teirra trúgv er kristindómur og 17 prosent svaraðu buddisma. Prosentparturin av teimum, sum svaraðu kristindóm, sæst ein lítil munir, um hugt verður eftir aldursbólkunum. Gott 91 % av teimum millum 15 og 29 ár svaraðu kristindóm, sum teirra trúgv, men hjá føroyingum yvir 70 ár svaraðu næstan 99 %, at teirra trúgv var kristindómur. Hinvegin sæst umvenda gongdin hjá teimum, sum svaraðu onga trúgv. Har minkar parturin, sum svarar onga trúgv við aldrinum.