Munurin millum rættingarnar hjá "West Virginia"

Content deleted Content added
Linja 34:
 
Í mong ár var nógv [[kol]] høgt her og nýtt til brenni í stálvirkjunum. Nú eru mong nám og stálvirki latin aftur, og mong arbeiðspláss farin fyri skeytið. Hóast nógv hevur verið gjørt til tess at menna ferðamannavinnuna har, er økið við Appalachufjøll eitt hitt fátækasta í USA. Í West Virginia er tó nógv og fjølbroytt náttúrutilfeingi, millum annað kol og [[skógur]]. West Virginia eru eitt skurvut fjallaland við høgum tindum, brøttum bergum og grønum líðum. Tann hægsti tindurin, Spruce Knob, er næstan 1500 metrar høgur. West Virginia liggur miðskeiðis í Appalachia, og vanliga liggur kavi har longu frá miðskeiðis í november til fyrst í mai.
 
==Søga==
 
Í [[1770-árini|1770-árunum]] stríddust statirnir [[Pennsylvania]] og [[Virginia]] um ræðið yvir landaøkjum, sum í dag eru West Virginia og Vestur-Pennsylvania. Um hetta mundið leikaði amerikanska frælsisstríðið í, og kanska var tað eisini ein orsøk til, at fólk í umráðnum stúrdu fyri einum borgarakríggi millum statirnar og tískil valdu at stovna sín egna stat undir navninum Province and Government of Westsylvania. Ein umsókn varð send til kongressina um at gerast 14. statur í USA, men [[Kongressin í USA|kongressin]] sýtti fyri hesum.
 

Í 1780 var marknatrætan millum Virginia og Pennsylvania so loyst. Men tað førdi til nýggjar ætlanir um at gera Westsylvania til veruleika, tí nógv, sum høvdu búð í Virginia, vóru misnøgd við, at tey nú vóru blivin borgarar í Pennsylvania. Hesir røddirnar vórðu køvdar, tá staturin Pennsylvania valdi at bólka alt tos um ein nýggjan stat sum landasvik, sum kundi hava [[deyðarevsing]] við sær. Og tá Pennsylvania so hótti við at selja jørðina hjá teimum, sum tosaðu um ein nýggjan stat, tagnaðu røddirnar heilt.
 
== Mentan ==