Munurin millum rættingarnar hjá "Texas"

Content deleted Content added
Linja 57:
 
Demokratar hava staðið seg rímiliga væl ymsastaðni í Texas fyrr. [[Barack Obama]] forseti vann eisini fýra størstu býirnar í Texas umframt flestu kommunurnar á markinum móti [[Meksiko]] í 2012. Men hóast hetta vann [[Mitt Romney]] lættliga statin við heili 57% av atkvøðunum. [[Donald Trump]] vann forsetavalið í 2016 við 52.23% prosentum av atkvøðunum í Texas.
 
Í dag er Texas næststørsti statur í USA (bara [[Alaska]] er størri), og ofta eru royndir gjørdar at býta Texas upp í fleiri smærri statir. Ein av hesum var í mars mánaði 1845, tá amerikanska [[Kongressin í USA|kongressin]] vildi býta Texas upp í fýra smærri statir. Tvey ár seinni var uppskot frammi um at skipa Texas í tveir partar - East Texas, sum var fyri [[Trælur|trælahaldi]], og West Texas, sum var ímóti. Men tá ein av fremstu forsprákarunum doyði, doyði uppskotið eisini.
 
Í 1850 vóru røddir frammi um at skipa statin Jacinto í Texas, men ætlanin fekk lítla og onga undirtøku í kongressini, og heldur ikki í 1852 bleiv enn ein ætlan um at skipa Texas í vestur og eystur veruleika. Onnur uppskot í 1868-69, 1870 og í 1871 um at býta Texas sundur vunnu heldur ikki frama. Í 1914 varð uppskot frammi um at gera statin Jefferson burtur úr einum parti av Texas, og millum kríggini varð ein ætlan um at taka ein part av Texas og ein part av [[Oklahoma]] og stovna statin ''Texlahoma'' heldur ikki til nakað. Higartil seinasta ætlanin um at býta Texas upp í nýggjar smærri statir var í 1991, men enn er Texas næststørsti statur í USA.
 
== Myndasavn ==