Munurin millum rættingarnar hjá "Theodore Roosevelt"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
 
Linja 1:
{{infobox/article/human}}
'''Theodore Roosevelt''' ([[27. oktober]] [[1858]] - [[6. januar]] [[1919]]) var neytabóndi, veiðimaður og rannsóknarfari, umframt at hann var politikari. Hann fekk innlit í politikk sum nýskipanar-[[Republikanski Flokkurin|republikanari]] í [[New York]] og gjørdist væl umtóktur sum ovasti fyri sjálvbodnu [[Rough Riders]], eitt reiðlið, ið gjørdu tænastu í [[Spania|spanska]]-[[USA|amerikanska]] krígnum [[1898]]. Sama ár varð hann valdur landshøvdingi í [[New York]], og í [[1901]] gjørdist hann varaforseti. Eftir tað at [[William McKindley]] forseti varð myrdur í [[september]] í [[1901]], gjørdist Roosevelt forseti, og í [[1904]] varð hann afturvaldur. Stjórn hansara setti í verk eina nýskipanarætlan, og týdningarmestu broytingarnar vóru, at rættindi hjá stórfyritøkunum vórðu avmarkað, og tiltøk vórðu sett í verk at verja náttúrutilfeingið í [[USA]]. Roosevelt tálmaði eisini valdsmisnýtsluna hjá jarnbreytafeløgunum og stytti arbeiðstíðina hjá børnum, sum arbeiddu á verksmiðjum. Í uttanríkspolitikki eggjaði hann [[Panama]] at taka loysing frá [[Kolumbia]], og afturfyri útvegaði [[USA]] sær rættindi til at gera [[Panamaveitina]].
 
== Morðroynd==
 
Theodore Roosevelt hevði longu sitið tvey skeið sum forseti, frá 1901 til 1909, tá hann, eftir at hava sitið uttanfyri í fýra ár, gjørdi av at stilla upp enn einaferð. Tann 14. oktober í 1912 var hann á valfundi í [[Wisconsin]] og gjørdi seg til at halda røðu, tá [[John Schrank]] skeyt fyrrverandi forsetan. Kúlan fór ígjøgnum pappírið við røðuni, gjøgnum hylkið til eygnaglasið og rakti hann í bringuna. Theodore Roosevelt var royndur veiðumaður, og tá hann ikki hostaði blóð, kundu hann sjálvur staðfesta, at kúlan ikki hevði rakt lunguni. Hann helt sína røðu sum ætlað, meðan blóðið rann út gjøgnum frakkan, og tað fyrsta hann segði við fjøldina, var “eg veit ikki, um tit skilja, at eg akkurát eri skotin. Men tað skal meira til at drepa ein elgtarv.” Aftan á røðuna kom hann undir læknahond, har staðfest varð, at sárið ikki var lívshóttandi, men at tað fór at vera hættisligari at royna at fáa kúluna út heldur enn bara at lata hana vera har hon var, so Roosevelt gekk við kúluni í bringuni restina av ævi síni.
 
John Schrank varð dømdur inn á eitt sinnissjúkrahús í Wisconsin. Hann segði, at spøkilsið hjá [[William McKinley]] hevði givið honum boð um at taka Roosevelt av døgum, og hann var eisini ímóti, at nakar skuldi sita sum forseti í meir enn tvey valskeið.
 
== Hygg eisini at ==