Munurin millum rættingarnar hjá "North Carolina"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 38:
 
== Søga ==
 
Aftan á [[amerikanska frælsiskríggið]], sum endaði í 1783, visti Norðurcarolina ikki heilt, hvat skuldi henda við tí umráðnum, sum í dag er eystari partur av [[Tennessee]]. Hetta skapti spentar støður í umráðnum, tí íbúgvarnir stúrdu fyri, at Norðurcarolina ikki fór at verja tey frá indiánaraálopum. So tann 23. august 1784 loystu tey frá Norðurcarolina og stovnaðu sítt egnu umráði, ið fekk navnið ''Frankland''. Í 1785 varð umsókn send um at gerast 14. statur í USA.
 
Norðurcarolina var ímóti hesum, men fólkini í [[Frankland]] við [[John Sevier]] á odda stríddust fyri at fáa viðurkenning frá hinum statunum. Í eini roynd at fáa stuðul frá [[Benjamin Franklin]] varð navnið enntá broytt frá Frankland til ''Franklin''. Benjamin Franklin tók ongantíð undir við hesum nýggja statinum, men sjey aðrir statir góvu sín stuðul til kennar. Hetta var tó ikki nóg mikið til at fáa neyðuga meirilutan at gerast ein nýggjur statur. Til tað kravdist, at tveir triðingar tóku undir við honum.
 
John Sevier helt tó fram við at stýra í “statinum” Franklin. Ein grundlóg varð gjørd, dómstólar settir á stovn, og handilsavtalur vórðu gjørdar við [[Indiánar í USA|indiánarar]] á leiðini. Men í 1788 var hóttanin frá indiánarum um at leypa á Franklin størri enn nakrantíð, og eftirsum eingin av grannunum vildi hjálpa, bað Sevier [[Spania]] um hjálp. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Norðurcarolina, sum handtók John Sevier. Viðhalsfólkini hjá Sevier fingu hann úr [[Fongsul|fongslinum]] aftur, og síðani læt Sevier valdið í Franklin upp í hendurnar á Norðurcarolina, sum rak indiánararnar í umráðnum burtur.
 
=== Upprunafólkið ===