Munurin millum rættingarnar hjá "Oklahoma"

Content deleted Content added
Linja 42:
 
Í [[1541]] komu á fyrsta sinni fólk úr [[Spania]] til Oklahoma. Tey vildu hava lendi og hóttu soleiðis lívsgrundarlagið hjá [[Upprunaamerikanarar|upprunafólkinum]]. Indiánarnir í Oklahoma vóru ofta í bardaga við niðursetumenninar. Serliga í [[19. øld]] gjørdu indiánarnir mótstøðu, tá ið oklahomska stjórnin vildi hava teir burtur av leiðunum, har teir hildu til. Eftir harðligt stríð vóru indiánarnir fluttir í friðingarøki, landøki, ætlað teimum burturav. Teir 392 túsund [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]] <ref>http://www.census.gov/prod/2002pubs/c2kbr01-15.pdf</ref> í Oklahoma búgva nú í friðingarøkjum, sum teir sjálvir stýra. Fyri stuttum hava nógvar ættir gjørt um seg og vunnið sær eftur land, sum tær áður høvdu mist. Friðingarøkið hjá [[osaga]], størstu indiánaættini í Oklahoma <ref>Census of 2000, United States Census Bureau</ref>, er meira enn 5;792&#966,80&nbsp;km<sup>2</sup> í [[Osage County]].
 
===Innliman===
Í november 1907 bleiv Territory of Oklahoma 46. staturin í USA og broytti tá navn til State of Oklahoma. Men áðrenn tað royndi umráðið at koma upp í [[USA]] sum tveir ymiskir statir: Oklahoma og [[Sequoyah]], sum í dag er eystari partur av Oklahoma. Hevði Sequoyah havt eydnu við at gerast ein sjálvstøðugur lutstatur, hevði meirlutin av fólkinum har verið úr fimm ymsum indiánaraættbólkum, sum í 1830 vórðu flutt higar úr [[Mississippi]]. Fyrstu ferð, at talan var um at gera ein stat her, var í 1902, tá umboð fyri [[Cherokee-indiánarnir|Cherokee]], Choctaw, Creek, Chickasaw og Seminole møttust at umrøða hugskotið um ein indiánara-stat. Staturin fekk navnið Sequoyah eftir Cherokee leiðaranum, sum millum annað stóð fyri at gera [[Cherokesiskt mál|Cherokee]]-stavraðið. Ættbólkarnir møttust aftur í 1903 og í 1905, tá teir gjørdu eina grundlóg og løgdu umbønina um sín egna stat fyri [[Kongressin í USA|amerikansku kongressina]].
 
Tað var um reppið, at staturin bleiv veruleiki. Men tríggir politikarar úr eystara parti av USA mæltu forsetanum [[Theodore Roosevelt]] frá at taka tveir nýggjar statir úr tá vestara parti upp í USA av ótta fyri, at vestari parturin fór at fáa størri vald og ávirkan enn eystari parturin. Harvið endaðu royndirnar at gera ein stat við [[Indiánar í USA|indiánskum]] meiriluta, men grundlógin hjá statinum Oklahoma er bygd á grundlógina, sum teir fimm ættbólkarnir settu saman til tað, sum skuldi verða staturin ''Sequoyah''.
 
=== Yvirgangsálop ===