Munurin millum rættingarnar hjá "Montana"

Content deleted Content added
Linja 44:
 
===Mann Gulch eldurin
===
[[Mynd:Mann_Gulch12.JPG|thumb|right|200px|Mann Gulch.]]
 
Tann 5. august 1949 sló toran niður í kluftina Mann Gulch mitt í [[Helena National Forest]]. Eldur kom í, og skjótt varð talan um ein veruligan skógareld. Sløkkilið royndu at basa eldinum, men vøksturin var ov turrur, og ov nógvur vindur var í kluftini. Áðrenn langt var umliðið, vóru sløkkiliðsmenninir bert fáar metrar frá logunum, sum tóku seg fram við rúkandi ferð. Sløkkiliðsleiðarin Wagner Dodge gjørdi ein sonevndan rýmingareld - ein lítil eldur, sum skuldi brenna eitt petti av landinum av, so tann stóri eldurin ikki slapp tann vegin - men hinir menninir kendu ikki hendan mátan at halda eldinum burtur, og í staðin tóku teir til rýmingar hvør í sínum lagi. Bara Wagner Dodge og tveir aðrir sluppu livandi frá eldinum. Trettan aðrir doyðu.