Munurin millum rættingarnar hjá "Músvákur"

Content deleted Content added
MGA73bot (kjak | íkøst)
s bottur leggur aftrat {{Commonscat|Buteo buteo}}
No edit summary
Linja 1:
{{QA}}
{{Flokkingarboks
| litur = pink
Line 15 ⟶ 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = ([[Carolus Linnaeus|Linnaeus]], 1758)
}}
 
'''Músvákur''' (frøðiheiti - ''Buteo buteo'')
'''Músvákur''' (frøðiheiti - ''Buteo buteo'') er miðalstórur [[ránsfuglur]], umleið sum [[veiðifalkur]] ella [[ravnur]] til støddar. Sum [[spurvaheykur]], so er músvákur vanligur í skógarlendi í [[Evropa]] og [[Asia]], men best dámar honum at vera á víðilsi í smáum lundum, tí hann tekur mest [[mýs]]. Í hesi øldini er hann komin víðari um í Norðuratlantshavi, og hann er vorðin búfuglur í Ytru [[Suðuroyggjar|Suðuroyggjum]] og er ikki óvanligur í [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]]. Í [[Hetland]]i er hann framvegis javnan gestur. Líkt er til, at músvákur úr [[Noreg]] og [[Svøríki]] er ikki so nógv á okkara leiðum, sum nógvir aðrir ránsfuglar her norðuri. Slagið vil, so leingi sum gjørligt, sleppa undan at flúgva um havið.
 
Á flogi síggjast veingirnir at vera breiðir og heldur langir. Velið er breitt og stutt. Høvdið er breiðvaksið og kubbut eftir støddini á fuglinum. Tá ið hann sveimar, og veingirnir eru eitt sindur hevjaðir, er hann ikki lítið átøkur [[ørn]]. Hann kann vera torførur at kenna frá [[Bývákur|býváki]] og [[Fjallvákur|fjallváki]]. Óheppið er at nýta litin og litsetingina sum eyðkenni at greina músvák eftir, av tí at fuglarnir eru so ójavnir á liti. Summir eru ljósir, aðrir heilt dimmmorreyðir. Hann er oftast dimmur undir kvørkrunum og hevur ljósa rond um kjósina. Hann er vanliga dimmur um liðirnar kanska allan búkin. Upp undir vongin síggjast flogfjaðrarnar og velfjaðrarnar, mest oman á velinum, tætt hjá at vera settar við smølum tvørrípum.
 
== Sí eisini ==
* [[Fuglar í Føroyum]]
 
{{stubbi}}
{{Commonscat|Buteo buteo}}