Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 506:
 
Um 54 fuglasløg eiga javnan í Føroyum. Fuglabjørgini og lundalondini eru fuglaríkastu partarnir av náttúruni, og bjørgini verða øll roknað sum "''Important Bird Area''" ("Týdningarmikil fuglaøki") sambært BirdLife International. Økið við [[Sandsvatn]], [[Gróthúsvatn]] og Søltuvík er einasta økið, sum ikki er fuglaberg, men sum verður roknað sum "''Important Bird Area''". Vit vita ikki neyvt, hvussu nógv djórasløg eru á landi í Føroyum. Ein samanteljing vísti yvir 1000 sløg av [[skordýr]]um í 2010, og harafturat kemur ein hópur av ryggleysum djórum, sum til dømis ormar, maðkar, [[sniglar]] o.tíl. Helst eru tað eisini nógv sløg, sum ikki eru skrásett enn. Um tað er orsakað av alheimsupphitingini ella ikki, so kunnu granskarar vátta, at djóralívið í Føroyum er broytt seinastu 10-20 árini. Nýggj skordýrasløg hava fest seg og eru farin at nørast, nýggir fuglar búleikast nú í Føroyum, og broytingar síggjast eisini í havinum, eitt nú síggjast fleiri nýggj fiskasløg.
 
Í heimshøpi eru skrásett uml. 26.000 fiskasløg, og av teimum eru uml. 240 undir Føroyum. Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum mett í vekt: [[svartkjaftur]], [[toskur]], [[upsi]], [[hvítingsbróðir]], [[svartkalvi]], [[stóri kongafiskur]], [[nebbasild]], [[gullaksur]], [[trantkongafiskur]] og [[lítil kongafiskur]]. Fram til 1968 var nógv av [[sild]] undir Føroyum.<ref>https://www.setur.fo/media/5021/foeroyanattura_havidkringfoeroyar_kap3.pdf</ref>
 
=== Plantuvøkstur ===