Munurin millum rættingarnar hjá "Burma"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 43:
Í hálendinum fyri norðan, vestan og eystan búgva mong fólkasløg, til dømis [[Shanfólkið|shan]]-, [[Akhafólkið|akha]]-, [[Karenfólkið|karen]]- og [[kachinfólkið]]. Hesi fólk eru meiri enn fjórðingurin av fólkinum í Burma. Flestu teirra búgva í smáum bygdum og liva av sviðjubúnaði. Tey vilja ikki vita av, at fremmand leggja seg uppí, hvussu tey liva. Tað hevur havt við sær, at yvir 200 000 fólk ([[Karenfólkið|karenar]] og onnur fólkasløg) á hesum leiðum hava latið lív í frælsisbardaganum ímóti burmesiska stjórnarherinum.
 
[[Rohingya]] muslimar hava hildið til í Myanmar í mong ættarlið. Hóast hetta, hava teir aldrin verið góðkendir sum íbúgvar í Myanmar og eru leingi blivnir forfylgdir og illa viðfarnir. Tískil er tað ikki óvanligt at rohingyafólkini velja at flyta úr Myanmar. Hendan forfylgingin er blivin so ógvuslig, at í 2018 er ein triðingur av teimum 1,1 milliónum rohingyafólkinum flýggja úr Myanmar, tvørtur um markið til [[Bangladesj]]. Tað er umleið 300.000 fólk. Rohingyafólkini eru ikki væl lýdd millum buddistiska fleirtalið í Myanmar. Tí kann hugsast, at myanmarski herurin hevur fólkið við sær, í sínu harðrendu viðferð av rohingyafólkinum. Politiski leiðarin í Myanmar, [[Aung San Suu Kyi]], er undir stórum trýsti frá útheiminum fyri at ikki handfara støðuna nóg væl.
[[Miðallívsævi]]n í landinum er 65,28 ár. 10,1 % av fólkinum eru ikki lesifør.
 
[[Miðallívsævi]]n í landinum er 65,28 ár. 10,1 % av fólkinum eru ikki lesifør.
 
== Búskapur ==