Munurin millum rættingarnar hjá "John McCain"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
 
Linja 66:
 
'''John Sidney McCain III''' (f. [[29. august]] [[1936]] í [[Panama]] - [[25. august]] [[2018]]) var senatorur í [[Arizona]]. Hann stillaði upp, sum [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetavalevni]], ímóti [[Barack Obama|Barack Hussein Obama]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]]) í [[Forsetavalið í USA 2008|2008]]. Hann er eisini senatorur í [[Arizona]]. [[Sarah Palin]] var varaforsetavalevni hjá John McCain, tá hann í [[2008]] var forsetavalevni hjá [[Republikanski Flokkurin|Republikanarunum]].
 
John McCain var flogskipari í amerikanska herinum undir Vietnamkrígnum. Undir krígnum var hann skotin niður og tikin sum krígsfangi. Hann sat fangaður í Vietnam í fimm og eitt hálvt ár. McCain royndi tvær ferðir at gerast amerikanskur forseti. Í ár 2000 tapti hann uppstillingarvalið hjá republikanarunum til George W. Bush. Í 2008 eydnaðist tað honum at gerast republikanska forsetavalevnið, men hann tapti valið til demokratiska umboðið, Barack Obama.
 
Bæði dóttur hansara, [[Meghan McCain]], og kona hansara, [[Cindy McCain]], hava boðað [[USA|amerikanska]] fólkinum frá at tær eru fyri at [[samkynd]] kunnu giftast. McCain sjálvur vil kortini enn vera við, at hann bara heldur, at kvinna og maður kunnu giftast við hvør øðrum. John McCain var ein av teimum, sum syrgdu fyri, at [[samkynd]] fólk ikki kunnu giftast í [[Arizona]], og McCain familjan er ein hin best kenda [[Republikanski Flokkurin|republikanska]] familjan í [[Arizona]].