Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyar"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 29:
}}
 
'''Føroyar''' ([[Danskt mál|danskt]]: ''Færøerne''); (62° norðurbreidd, 7° vesturlongd) eru oyggjaland í [[Atlantshav|Norðuratlantshavi]]. Føroyar eru partur av [[Norðurlond]]um, staddar í [[Norðurevropa]] og eru limur í [[Ríkisfelagsskapur|Ríkisfelagsskapinum]]. Føroya íbúgvar verða nevndir ''føroyingar'', og tungumál føroyinga er [[Føroyskt mál|føroyskt]]. Føroyska flaggið verður nevnt [[Merkið]] og [[Skjaldarmerki Føroya|føroyska skjaldarmerkið]] ímyndar ein veðr á bláum skjøldri. Oyggjarnar hava egið [[løgting]] og egið flagg. Føroyar eru ikki limur í­­ [[ES]], hóast [[Danmark]] er.
 
Føroyar liggja í Norðuratlantshavi, 280 km norðan fyri [[Hetland]], 430 km frá [[Ísland]]i og 575 km vestan fyri [[Noreg]]. Landið er fjallaland, 18 størri og smærri oyggjar, umleið 1400 km<sup>2</sup> til samans. Norður og suður er landið 113 km, og eystur og vestur eru 75 km. Veðurlagið er óstøðugt.
Linja 39:
[[Mynd:Thule_carta_marina_Olaus_Magnus.jpg|thumb|left|230px|[[Thule]].]]
[[Mynd:Faroe_stamp_494_Djurhuus_poems_-_grimur_kamban.jpg|thumb|right|200px|[[Grímur Kamban]] var fyrsti maður, ið setti búgv í Føroyum.]]
Tá ið ístíðirnar vóru av um ár 12&nbsp;000-10000–10&nbsp;000 f. Kr., komu Føroyar undan ísinum, men enn lógu tær óbygdar í nógv túsund ár. Sjálvt eisini eftir at fólk um 4&nbsp;000 f.Kr. búsettust í [[Orknoyggjar|Orknoyum]] og [[Hetland]]i. Eftir at ísurin var horvin, kom gróðurin umsíðir, borin av [[hav]]streymum og vindi, og líðir og dalar vallaðust. Rannsóknir av jóansøkugrasfræi kundu bent á búseting í Føroyum longu um 2300 f. Kr., m. a. í [[Hoydalar|Hoydølum]]. [[Jóansøkugras]] er planta, ið fylgir menniskjum og [[dýr]]um. [[Pytheas úr Massalia]] gjørdi umleið 310 f. Kr. rannsóknarferð út í [[Atlantshav|Norðuratlantshavið]]. Hann kom til [[Stóra Bretland|Bretlands]], haðan sigldi hann í seks dagar norðureftir og síðani eystureftir og kom til land, ið hann nevndi ''[[Thule]]''. Semja er ikki um, hvat land hetta var, gitt hevur verið [[Orknoyar]], [[Hetland]], Føroyar og [[Noreg]].
 
[[Írland|Írski]] munkurin [[Dicuil]] skrivar í 825 bókina ''Liber de mensura orbis terrae'' ([[Føroyskt mál|føroyskt]]: "Bók um mát jarðarkringsins"), har oyggjar, ið helst eru Føroyar, verða nevndar. At døma eftir fjarstøðu og landafrøðiligu lýsingini mugu hesar oyggjar vera Føroyar. Hann sigur, at [[Noreg|norskir]] ránsmenn nú hava rikið einbúgvarnir burtur. [[Grímur Kamban]] er fyrsti landnámsmaður umleið 825. 998 taka føroyingar við [[Kristindómur|kristnari]] trúgv, men tað er politiskt og átrúnaðarligt stríð millum [[Sigmundur Brestisson|Sigmundar Brestissonar]] og [[Tróndur í Gøtu|Tróndar í Gøtu]]. Tróndur í Gøtu stendur á odda fyri mótstøðuni móti trúarskiftinum.
 
Føroyar verða nevndar sum biskupssetur í pávabrævi í 1133. [[Ormur]], Føroya biskupur, er á kirkjufundi í [[Lund]] í 1139. Av tí at hann er hin 4. biskupurin, kann bispasetrið verða stovnað fyri 1100. 1035 tekur [[Leivur Øssursson]] Føroyar í len frá [[Noreg]]s kongi og 1100 verða Føroyar biskupsdømi undir [[Nidaros]] erkabiskupsdømi. [[Erlendur]] bispur skrivar í 1298 [[Seyðabrævið]] í [[Kirkjubøur|Kirkjubø]], har [[Kirkjubømúrurin]] síðani verður byrjað bygdur í 1300, men ikki bygdur liðugur. Erlendur er biskupur í Føroyum 1269-13081269–1308.
[[Mynd:Sheep Letter, p 1.jpg|thumb|right|200px|[[Seyðabrævið]] er elsta miðaldarrit sum vit eiga í Føroyum.]]
[[Vatikanið|Vatikanríkið]] fær pæturspengar/rómaskatt úr Føroyum fyri árini 1319-13261319–1326. Rómaskatt guldu húsbøndur við ávísari ogn. At rokna eftir hesi uppgerðini vóru tá í minsta lagi 270 sjálvstøðug hús við hesi áogn í Føroyum. 1380 fylgja Føroyar við Noregi undir [[Danmark|danskan]] kong. Eftir [[trúbot]]ina 1538 verður biskupstólurin niðurlagdur og Føroyar verða biskupsdømi undir [[Bergen]]s biskupi. Kongur tekur 2/3 av kirkjugóðsinum. 1619 fylgir handilin við Føroyar úr [[Bergen]] til [[Keypmannahavn]]ar. 1620 kemur Føroya kirkja undir [[Sæland]]s biskup.
 
Í [[Gablatíðin]]i 1655-17091655–1709 fær [[Kristoffur Gabel]] Føroyar í len. 1662 fær hann, og seinni sonurin, eisini einkarrætt til Føroya handil. 1673 skrivar presturin [[Lucas Debes]] bókina ''Færoæ et Færoa reserata''. Eldur er í í [[Tinganes]]i, og flestu bygningar handlisins brenna í grund. 1688 verður [[Norska Lóg|Norsk Lóg]] galdandi í Føroyum. Stóra turkaránið er í [[Hvalba]] í 1629. [[Sjórænarar]] á tveimum skipum úr [[Algeria]], ið tá var partur av [[Turkaland|turkiska]] [[Osmanska ríkið|Osmannaríkinum]], drepa 6 fólk og taka fleiri enn 30 konur og børn við sær til trælamarknaðin í [[Afrika|Norðurafrika]]. Annað skipið fer á land í [[Hvalba]] og gerst vrak. Helst høvdu hesi somu skip í 1627 rænt 250 fólk í Íslandi; 35 [[Ísland|íslendingar]] vórðu seinni leyskeyptir úr [[Trælur|trældómi]]. Men eingin føroyingur kom aftur.
 
[[Seyðabrævið]] verður týtt til [[Danskt mál|danskt]] í 1637. Nú hava [[Danmark|danskir]] myndugleikar ikki longur skilt tað [[Norrønt|norrøna]] málið. [[Seyðabrævið]] var í gildi, til [[Hagalógin]] kom í 1886. Síðan 1709 er kongligur einahandil. [[Rybergs handil]] er 1768-17881768–1788 í Vágsbotni, [[Tórshavn]]. Føroyingar læra at salta sild, og [[klippfiskur]] verður útfluttur. Umsitingin av Føroyum verður 1776 løgd undir [[Sæland]]s stiftsamt. 1781-17881781–1788 er føroyaferð [[Jens Christian Svabo|Jens Christians Svabos]], sum skrivar bókina ''Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781-17821781–1782''.
 
[[Nólsoyar Páll]] byggir [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] 1804. Eisini í 1804 verður latínskúlin stongdur (stovnaður 1547). 1809 gongur [[Nólsoyar Páll]] burtur við skipi sínum. Eftir [[Fríðurin í Kiel|Fríðin í Kiel]] 1814 fer [[Noreg]] frá [[Danmark]] og undir [[Svøríki|svenskan]] kong. Føroyar, [[Ísland]] og [[Grønland]] vera verðandi saman við Danmark. [[Løgting]]ið verður avtikið 1816 og Føroyar verða danskt amt.
[[Mynd:Faroe_stamp_048_europe_(v_u_hammershaimb).jpg|thumb|right|200px|[[V. U. Hammershaimb]] ger tað [[Føroyskt mál|føroyska]] [[skriftmál]]ið í 1846.]]
 
Ein avleiðing av kjakinum um undirvísingarmálið í fyribils skúlaskipanini verður, at [[V.U. Hammershaimb|V. U. Hammershaimb]] ger uppskot til [[Føroyskt mál|føroyskt]] [[skriftmál]] í 1846, ið tekur støði í [[Norrønt|norrøna]] upprunanum. Við smærri broytingum er hetta tað skriftmál, vit nýta í dag. Giftingarbannið í “[[Trælalógini]]” frá 1777 verður tikið av. 28 føroyingar senda umbøn til stættartingið í [[Roskilde]], um at fáa løgtingið endurreist sum ráðgevandi stovn. Brennivínsnýtslan er farin at vaksa. Avhaldsrørslan byrjar.
 
[[Danska grundlógin]] frá 1849 verður sett í gildi í Føroyum 1850. Fyrsta val í Føroyum til [[Danmark|danska]] ríkisdagin er 1851, og 1852 verður [[Løgting]]ið endurreist sum ráðgevandi amtsráð. Kongligi einahandilin verður avtikin hin 1. januar 1856. Føroyar hava nú fríhandil.
Linja 60:
1861 verður realskúlin í [[Tórshavn|Havn]] stovnaður og 1870 læraraskúlin. Almúguskúlar koma 1872. Konufólk sleppa tó ikki inn á skúlan fyrr enn í 1884. Hetta árið verður eisini kommunulóg fyri Føroyar sett í gildi, og [[Slupptíðin|sluppfiskiskapurin]] byrjar. “[[Dimmalætting]]” ([[Danskt mál|danskt]] ''Amtstidende for Færøerne'') kemur út í 1878. Alt er skrivað á [[Danskt mál|donskum]].
 
Tann [[Jólafundurin|tjóðskaparligi fundurin]] í tinghúsinum er 2. jóladag 1888 og førir til, at [[Føringafelag]] verður stovnað. Fundurin samtykti m. a., at virkast skuldi fyri:
 
* at [[Kristindómur|kristniundirvísingin]] skuldi vera á før;
Linja 72:
1899 verður [[Føroya Fólkaháskúli]] settur á stovn. [[Mortensens handil]] keypir eisini í 1889 fyrsta føroyska dampskipið ''Føring''. Hann sigldi við [[Fiskur|fiski]] til [[Suðurevropa]], og heim við aftur høvdu teir salt og aðrar vørur. [[Jákup Jakobsen]] doktari leggur fram sítt nýggja føroyska stavingarlag. Hetta byggir á framburðin (ljóðfrøðina) og ikki á upprunan (upprunafrøðina) sum stavingarlagið eftir [[Venceslaus Ulricus Hammershaimb|Hammershaimb]].
 
Fyrstu politisku flokkar í Føroyum verða til 1906-19081906–1908: [[Sambandsflokkurin]] og [[Sjálvstýrisflokkurin]], ið fyrstu ferð fær meiriluti á tingi 1918. [[Løgting]]sskipanin verður broytt 1923: Amtmaður og próstur eru ikki longur løgtingsmenn. Tingið velur sjálvt formann. 1928 fær [[Javnaðarflokkurin]] umboð á tingi. 1937 setir [[Løgting]]ið [[Føroya Studentaskúla]] á stovn. Grein 7 í fyriskipan frá 1912, um at undirvísingarmálið í skúlunum skuldi vera [[Danskt mál|danskt]], verður avtikin hin 13. desember 1938. Føroyskt varð kirkjumál hin 13. mars 1939.
 
1940-19451940–1945 eru [[Bretska hersetingin í Føroyum|Føroyar hersettar av Bretlandi]]. hin 25. apríl 1940 varð [[Merkið]] góðkent sum føroyskt flagg. [[Fólkaflokkurin]], sum varð stovnaður 1939, fekk 6 mans á ting í 1940. Við [[Fólkaatkvøðan 14. september 1946|fólkaatkvøðu]] um stjórnaruppskot ella loysing hin 14. september 1946 er meiriluti fyri loysing, men kongur sendir [[løgting]]ið heim, og [[løgting]]sval gevur meiriluta fyri sambandi. [[Heimastýrislógin]] kemur í gildi 1948, og [[Tjóðveldisflokkurin]] stovnaður.
 
Í 1957 verður [[Útvarp Føroya]] stovnað. Føroyar fáa 12 fjórðingafiskimark í 1964. [[Fróðskaparsetur Føroya]] verður sett á stovn í 1965.
Linja 93:
Føroyingar eru sambært Føroyingasøgu, eru tí føroyingar ættaðir úr Noregi. Av fyrstan tíð hava føroyingar havt sama sið, mentan og mál sum aðrir norðbúgvar í til dømis Noregi og Íslandi, men síðan hevur málið broytt seg og nøkur ár hundrað seinni, kann føroyska málið sigast at vera sítt egið, tí tað hevur skilt seg so mikið frá hinum. Somuleiðis broytti mentan og siður seg við tíðini og nøkur ár hundrað seinni, høvdu føroyingar skilt seg frá norðmonnum og íslendingum, og kundu har við kallast føroyingar av røttum. Málið æt í landnámstíðini donsk tung og varð talað í Danmark, Noregi, Føroyum og Íslandi. Málið í Svøríki minti um, men var øðrvísi við eysturlendskum orðum og framburði. Orsakað henda uppruna, er føroyska málið nærskylt íslendskum og í minni mun summum bygdarmálum í Vesturnoregi. Í skrift er málið mest líkt íslendskum og eitt sindur nýnorskum. Eisini líkjast siðir íslendinga og norðmanna mest føroyinga siðum. Seyðarhøvd verður etið í Noregi og Íslandi til dømis.
 
Í 2014 var 88,67% av fólkinum føtt í Føroyum, 7,3% í [[Danmark]], 0,5% í [[Ísland|Íslandi]], 0,37% í [[Noreg|Noregi]] og 3,17% aðrastaðni.<ref>[http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal hagstova.fo]</ref>
 
=== Navnasiður ===
Linja 104:
Eingin ivi kann vera um, at ríkisrættarliga støða Føroya ger tað trupult at greina hugtakið ''føroyingur''. Hetta kemst serliga av, at føroyingar ikki hava sjálvstøðugan føroyskan ríkisborgararætt, men eru fevndir av danska ríkisborgararættinum, sum er galdandi fyri alt [[Danmark|Danska ríkið]]. Ein føroyingur er tí í heimastýrishøpi einans "dansk statsborger henboende på Færøerne" og hvørvur sostatt hagfrøðiliga sum føroyingur, um hann flytur til Danmarkar. Hetta hevði við sær, at neyðugt var at skilmarka hugtakið "føroyskur útiseti". Henda skilmarking kundi verða nýtt sum grundarlag fyri leitan í dátasøvnunum hjá Danmarks Statistik. Avgjørt varð tí, í samstarvi við Danmarks Statistik, at hendan skuldi vera soljóðandi:
 
* '''1. ættarlið''': Fólkfólk, sum eru fødd í Føroyum, men sum í dag eru búsitandi í [[Danmark]] og hava ikki undanfarin ættarlið búsitandi í Danmark.;
* '''2. ættarlið''': Fólkfólk, sum eru børn hjá 1. ættarliði og eru búsitandi í Danmark. Hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark.;
* '''3. ættarlið''': Fólkfólk, sum eru ommu- ella abbabørn hjá 1. ættarliði, og eru búsitandi í Danmark.; Eisinieisini hesi kunnu annaðhvørt vera fødd í Føroyum ella aðrastaðni, til dømis í Danmark.
 
=== Mál ===
Linja 176:
Landið hevur egið lóggávuting, [[Løgting]]ið, og [[Merkið|egið flagg]]. Politiskt eru Føroyar skipaðar við [[løgting]]i, ið hevur lóggevandi valdið um hendi, og [[Føroya Landsstýri|landsstýri]], ið hevur útinnandi valdið um hendi. Føroya Løgting verður valt av fólkinum, valrættaraldurin er 18 ár. Eftir løtingsval verður nýggj stjórn sett saman av flokkum ið undir samráðingum gerast samdir um hvør politikkur ið skal førast næstu fýra árini. Hesir flokkar skulu helst hava meirilutan í løgtinginum, tað er ikki vanligt í Føroyum at hava minnilutasamgongur. Tá ið nýggj samgonga er skipað, hava stjórnarflokkarnir valt [[Løgmaður|løgmann]] og landsstýrisfólkini úr teirra flokkum. Landsstýrisfólkini kunnu saman við løgmanni vera í minsta lagi tríggir og hava onkuntíð verið upp til nýggju við løgmanni. Løgmaður er hægsti føroyski embætismaður, og hann er formaður fyri [[Føroya Landsstýri]], sum er hægsta føroyska ráð. Til danska fólkatingið velja føroyingar tveir limir. Valrættaraldurin til løgtingið og fólkatingið er 18 ár. Til øll politisk val í Føroyum hava kvinnur valrætt, og kvinnur kunnu eins og menn veljast til øll álitsstørv.
 
Oyggjarnar eru skipaðar í seks [[Sýsla|sýslur]], tó hava sýslurnar ikki longur sama týdning sum fyrr. Sýslurnar verða nevndar í fleiri lógum, t. d. í grindalógini. Sýslurnar eru: Streymoyar sýsla, Sandoyar sýsla, Suðuroyar sýsla, Norðoya sýsla, Eysturoya sýsla og Vága sýsla. Tað er serliga innan løgregluna, at tosað var um sýslurnar, har ið hvør sýsla hevði sín sýslumann. Løgreglan, ið er donsk, valdi at gera bygnaðarbroytingar og umskipa sýslumannaembætið nøkur ár eftir, at Føroyar varð bundið meira saman við fyrst Vágatunlinum og síðan Norðoyatunlinum. Tað varð vorði lættari at ferðast millum hesi øki í landinum, og hildi var, at tí var ikki neyðugt longur at hava seks sýslumenn. Bygnaðarbroytingarnar komu í gildi frá 1. apríl 2010 og størsta broytingin var, at Føroyar vóru skipaðar í trý politiøki: Norðurøki, Miðøki og Suðurøki við hvør sínum økisleiðara og varaleiðara. Meiningin var fyrst at avtaka sýslumansembætið, men av tí at fleiri føroyskar lógir nevna uppgávur hjá sýslumanninum, kundi løgreglan ikki bara avtaka hetta embætið. Nú eru 5 sýslumenn settir at røkja sýslumansuppgávurnar í teimum trimum politiøkjunum, sum hava 6 sýslur.<ref>[http://www.heimabeiti.fo/default.asp?page=3&id=348 heimabeiti.fo - Nýggir sýslumenn settir]</ref> Norðurøki er Norðoyggjar og Eysturoy. Miðøki er Streymoy, Sandoy og Vágar og smærru oyggjarnar. Suðurøki er Suðuroy og Lítla Dímun.
 
Í mars 2014 samtykti løgtingið, at eldraøkið skuldi leggjast út til kommunurnar at umsita. Løgtingið samtykti í apríl 2014 Løgtingslóg um kommunalt samstarv á eldraøkinum, Løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v. m., og Løgtingslóg um ávís starvsfólkaviðurskifti, tá heimatænastan, eldrarøktin v. m. Tað var [[Annika Olsen]], táverandi landsstýriskvinna í almannamálum, ið tók stig til tað. Ætlan hennara var fyrst, at kommunusamanlegging skuldi fremjast fyrst, soleiðis at tað bert fóru at vera fáar kommunur í Føroyum. Men tað fekst ikki meiriluti fyri kommunusamanlegging, og á fólkaatkvøðu søgdur føroyingar nei til kommunusamanlegging. Eldrøkið varð lagt út til kommunurnar frá 1. januar 2015. Økini eru ikki sýslurnar men nýggj øki.
 
Kommunalu samstørvini um eldraøki eru hesi:<ref>[http://www.amr.fo/arbeidsoki/eldri/eldraokid-til-kommunurnar/ amr.fo - Eldraøkið er lagt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015]</ref>
Linja 339:
=== Samkynd ===
 
Í rættarskipanini verður munur gjørdur á [[samkynd]]um og hinkyndum. Eitt nú hava samkynd ikki loyvi at skráseta sítt [[Skrásett parlag|parlag]], og samkynd sleppa ikki at ættleiða. Var uppskot lagt fyri tingi í 2011, um at loyva samkyndum at skráseta seg í parlag, hevði tað ikki verði samtykt <ref>http://aktuelt.fo/grein/samkynd_avvist_av_logtinginum</ref>. Samkyndir menn kunnu eisini framvegis ikki lata blóð í Føroyum <ref>http://lgbt.fo/?page_id=376</ref>. Føroyar eru eisini einasta [[Norðurlond|Norðurland]], sum ikki viðurkennir samkyndar familjur. Øll grannalond Føroya loyva samkyndum at skráseta seg í parlagi. Í t. d. [[Noreg]]i, [[Svøríki]], [[Danmark]], [[Ísland]]i, [[Stóra Bretland|Bretlandi]] og [[Holland]]i kunnu samkynt eisini ættleiða.
 
At vera [[samkyndur]] hevur verið loyvt í Føroyum síðan 1933 tá tað varið gjørt lógligt í Danmark <ref>http://copenhagen.angloinfo.com/information/family/lgbt/</ref>. Samstundis varð aldursmark fyri samkynda samlegu sett til 18 ár. Síðan varð tað í 1988 gjørt kynleyst og har við set til 15 ár <ref>http://ansoblog.wordpress.com/</ref>. Harðskapur orsakað av kynshugi offursins verður bólkaður sum hatursbrotsverk, og fer at hava við sær herda revsing. Hetta er vegna tess, at grein 266b í revsilógini eisini fatar um samkynd. <ref>http://logting.elektron.fo/logtingsmal/Logtingsmal06/VanligTingmal/020.06Revsilog-Samkynd.htm</ref>
Linja 372:
Føroyar liggja í [[Atlantshav]]i nøkurlunda miðskeiðis ímillum [[Noreg|Norra]], [[Skotland]] og [[Ísland]]. Mitt í [[Golfstreyminum]] í [[Atlantshav|Norðuratlantshavi]] á 62 stigum norður. Her í [[Atlantshav]]i renna saman heitir og kaldir luftstreymar, og veðurlagið er skiftandi [[Sólin|sól]], regn og mjørki. Um summrini eru Føroyar rímiliga kaldar, við miðalhitanum 11&nbsp;°C (52&nbsp;°[[Fahrenheitstigi|F]]). Miðalhitin í okkara kaldasta mánaði er 3&nbsp;°C (37&nbsp;°[[Fahrenheitstigi|F]]). Sjálvt um tær liggja á 62° norður, so heldur [[Golfstreymurin]] veðurlagið flótt, so vit hava mildar vetrar. Veðurlagið er rímiliga vátt, við nógvum regni og toka, og onkuntíð stórum stormum eisini.
 
Oyggjarnar eru 1&nbsp;399 km<sup>2</sup> til víddar. Fólk býr á 17 av teimum 18 [[oyggj]]unum. Oyggin, sum einki fólk býr á, [[Lítla Dímun]], er rættiliga lítil (0,82km82 km<sup>2</sup>), og er umringað av brøttum, høgum bjørgum, so hon er ring at sleppa til. Einans [[seyður]] og [[fuglur]] býr á oynni. Úr suðri í norður er frástøðan 113 km, og úr eystri í vestur er hon 75 km. Strandalinjan er 1&nbsp;289 km. Ongastaðni í landinum ert tú meira enn 5 km frá [[hav]]inum. [[Tórshavn]], sum er [[høvuðsstaður]] við umleið 20&nbsp;000 íbúgvum, liggur sunnarlaga í [[Streymoy]]nni.
 
[[Slættaratindur]] er hægsta fjall í Føroyum (882 m høgur) og er á norðara enda av [[Eysturoy]]. Norðanfyri er næsthægsta fjall í Føroyum, [[Gráfelli]] <ref>http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6562</ref>. Í miðal eru [[Fjøll í Føroyum|fjøllini í Føroyum]] umleið 300 m høg. 10 fjøll eru í Føroyum, hægri enn 800 m.
Linja 426:
At vit kunnu hava so høgt livistøði í Føroyum, við einum vøruúrvali átøkt tí í ríku grannalondunum, ber bara til, tí at vit afturímóti eru før fyri at útflyta fyri stór virði av fiskavørum. Samfelagsbúskaparliga ber til at siga, at fyri alt hetta stóra vøruframboðið er goldið við fiski. Føroyar hava spesialiserað seg til at framleiða fiskavørur, sum onnur lond vilja gjalda so nógv fyri, at vit afturímóti kunnu innflyta vørur, sum hóska til okkara høga livistøði.
 
Handilsjavnin er úrslitið av endaliga roknskapinum, uttanlandshandlinum viðvíkjandi. Tá árið er runnið, verður handilsjavnin gjørdur upp sum munurin millum inntøkurnar frá útflutningi av vørum og útreiðslunum av innflutningi av vørum. Síðani 1988 hava verið 5 ár við halli á handilsjavnanum, 11 ár við avlopi og 3 ár, har handilin so at siga hevur javnviga. Ofta – hóast ikki altíð –er– er tað so, at tá framgongd er í búskapinum, verður hall á handilsjavnanum, tí innflutningurin til íløgur og nýtslu veksur, meðan tað hinvegin ofta er avlop av handilinum í vánaligum tíðum, tí at keypsorkan er lág og íløguhugurin minni. Minkar útflutningurin av serligum ávum sum fiskaloysi, prísfalli ella tí fiskaalingin fer fyri bakka, kann tað sjálvsagt eisini elva til hall av uttanlandshandlinum.
 
==== Keypara- og seljaralond ====
Linja 439:
|-
| 1.
| {{flagicon|Stóra Bretland}} [[Stóra Bretland]] 24,0%
| {{flagicon|Danmark}} [[Danmark]] 29,9%
|-
| 2.
| {{flagicon|Noreg}} [[Noreg]] 13,6%
| {{flagicon|Noreg}} [[Noreg]] 18,5%
|-
| 3.
| {{flagicon|Danmark}} [[Danmark]] 12,8%
| {{flagicon|Týskland}} [[Týskland]] 7,9%
|-
| 4.
| {{flagicon|Spania}} [[Spania]] 8,5%
| {{flagicon|Svøríki}} [[Svøríki]] 6,6%
|-
| 5.
| {{flagicon|Frakland}} [[Frakland]] 7,4%
| {{flagicon|Stóra Bretland}} [[Stóra Bretland]] 4–4,6%
|-
| 6.
| {{flagicon|Týskland}} [[Týskland]] 5,3%
| {{flagicon|Kina}} [[Kina]] 3,6%
|-
| 7.
| {{flagicon|Nigeria}} [[Nigeria]] 3,9%
| {{flagicon|Frakland}} [[Frakland]] 2,6%
|-
| 8.
| {{flagicon|Russland}} [[Russland]] 3,1%
| {{flagicon|Ísland}} [[Ísland]] 2,4%
|-
| 9.
| {{flagicon|Japan}} [[Japan]] 3,0%
| {{flagicon|Spania}} [[Spania]] 2,4%
|-
|}
Linja 482:
==== Ferðafólk komin loftvegis ====
 
Ferðafólkaflutningurin loftvegis til Føroyar er tann ferðabólkurin, ið hevur økt mest um ferðafólkatalið. Seinastu tíggju árini er ferðafólkatalið tvífaldað til uml. 230&nbsp;000. Her er talan um komur og fráferðir. Metingar hjá [[Visit Faroe Islands]] meta, at 79&nbsp;% av ferðafólkunum hjá [[Atlantic Airways]] eru føroyingar. Í 2008 komu 111&nbsp;033 ferðafólk til Føroyar. Av teimum vóru 21&nbsp;% útlendingar, um vit fylgja metingum hjá [[Visit Faroe Islands]], svarandi til 23&nbsp;316 útlendingar (í 2006 21&nbsp;690).
 
==== Ferðafólk komin sjóvegis ====