Munurin millum rættingarnar hjá "Venus"

Content deleted Content added
s Tók burtur rættingar hjá KristinXD (kjak) til seinastu versjón hjá MGA73bot
Merki: Rollback
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
[[Mynd:Venus-real color.jpg|thumb|right|250px|Mynd av Venus av Mariner 10.]]
'''Venus''' er ein [[Gongustjørnur|gongustjørna]] og er tann sum er tattast jørðini. Hon eitur eftir rómversku gróðrargudinnunigróðrargudinnuni2885. Gomlu føroyingarnir róptu Venus '''Stakkalastjørnuna'''. Venus er á stødd við jørðina og verður tí nevnd tvillinga systir okkara. Venus hevur luft sum á jørðini, men luftin er eitrandi. "So tekkilig og eygagóð sum Venus vøn og skar" skrivaði [[Poul F Joensen]] á sinni um gongustjørnuna Venus, og tað er heldur ikki so løgið. Venus er bjartasti himmalknøttur, tá ið [[Sólin]] og [[Mánin]] ikki verða tikin við. Venus sæst best í [[januar]] og [[februar]], og stendur hon lágt á himli. Venus er onnur gongustjørnan frá sólini. Til støddar er hon sum [[jørðin]]. Ýtan er sum oyðimørk full í klettum. Størsta vinkulfrástøðan frá sólini er 47°. Av hesum verður hon eisini nevnd "morgunstjørna" ella "kvøldstjørna". Í góðum líkindum er Venus sera bjørt. Av øllum himmalknøttum eru bara sólin og [[mánin]] bjartari. Í lítlum kikara sæst, at hon hevur
kvartalaskifti, tendring og fylling, eins og mánin. Venus er væl bjálvað í tjúkt lofthav, mest av kollvísúrni (90 %). Av hesum stendst vakstrarhúsárin, sum tryggjar javnan hita á ýtuni. Rúmdarfør hava mált 475 °C á Venus - so har gløða klettarnir í náttarmyrkrinum - og trýstið er heilar 90 atm. Í lofthavinum eru eisini saltsýra, svávulsýra og flusssýra. Skýferðin á Venus er so tjúkk, at ýtan sæst ikki í kikarn, men við radarakanningum av jørðini er staðfest, at Venus hevur øvugan snúning. Tí gongur sólin á Venus eystureftir á luftini, og ikki sum hjá okkum, vestureftir. Um Venus melur eingin máni.
 
== Hagtøl ==