Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 31:
|}
 
'''Staturin Kalifornia''' ([[Enskt mál|enskt]]: ''State of California'') er ein lutstatur í [[Vesturstrondin í USA|vestri]] í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] við 38,3 miljónum íbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við [[Meksiko]], í norðri við [[Oregon]], í eystri við [[Nevada]] og [[Arizona]] og í vestri við [[Kyrrahavið]]. Í september 1850 bleiv Kalifornia 31. [[stakríki]] í USA. Lutstaturin var fyrr partur av [[Meksiko]]. [[Sacramento]] er høvuðsstaðurin <ref>http://www.50states.com/tools/thelist.htm</ref>, og størsti býurin er [[Los Angeles]]. Breiðir motorvegir og skjóttgangandi jarnabreytir knýta stóru býirnar saman, risastórar brýr eru lidnar og fleiri eru í gerð. [[Jarðskjálvti|Landskjálvtar]] eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða. Eisini fólkið í stórbýunum [[San Francisco]] og [[Los Angeles]] livir í vanda fyri landskjálvta. Tilsamans er Kalifornia 423&#8239;970&nbsp;km² stórt, t.d. 1,2 ferðir størri enn [[Týskland]].
 
== Landafrøði ==
Linja 38:
Í Kyrrahavsstrondini flyta stórbýir sum [[San Francisco]] og [[Eureka]] út fisk, frukt og við um allan heim. Fyri vestan er eisini [[Hollywood]], háborgin hjá [[Filmur|filmídnaðinum]], og [[Silicon Valley]] í Norðurkalifornia, sum er miðdepil fyri hátøkniligari [[Telda|teldumenning]]. Inni í statinum er heitt og slætt, har eru ring gróðrarlíkindi. Har býr lítið fólk nú á døgum, hóast kaliforniska upprunafólkið, [[Upprunaamerikanarar|indiánarnir]], dugdu at lívbjarga sær í teimum vánaligu umstøðunum. Tær størstu oyggjarnar eru [[Santa Cruz Island]] (254 km<sup>2</sup>), Santa Rosa Island (209 km<sup>2</sup>) og [[Santa Catalina Island]] (194 km<sup>2</sup>).
 
Fjallagarðar ganga fram við strondini. Hægsta fjallið er [[Whitneyfjøll]] í Tulare County. Whitneyfjøll er góðar 4&#8239;421&nbsp;metrar høgt. Fjøllini eru skógvaksin, og har vaksa nøkur av størstu trøunum í heiminum, 100&nbsp;m høg kunnu tey vera. Fleiri av hesum furutrøunum eru meira enn 7,5&nbsp;m í tvørmát, og summi skulu vera eldri enn trý túsund ár. Eystan fyri fjøllini, ið ganga fram við strondini, er ein góður dalur, nevndur [[Kaliforniadalur]]. Eystanfyri dalin gongur aftur ein fjallagarður, [[Sierra Nevada]], suður og norður - hetta navnið er [[Spanskt mál|spanskt]] og merkir "kavafjøll". Skógareldar kosta Kalifornia dýrt. Í Kalifornia er tað ikki óvanligt við skógareldum, hesir plaga vanliga at herja á í [[september]]-[[oktober]]. Torusláttur er orsøkin til mongu skógareldarnar. Lendið er skróturt, og lítið skal til, at tað festir í.
 
[[Death Valley]] er heitasta stað í heiminum. Sum eitt portur inn til Mojave-oyðimørkina liggur hin størsta amerikanska tjóðlundin í teimum [[Tað kontinentala USA|48 niðaru statunum]], [[Death Valley National Park]] ella Tjóðlundin Deyðadalur. Tvær stórar oyðimerkur eyðkenna landslagið í [[Suðurkalifornia]]; Mojaveoyðimørk, ið er fram við øllum [[Nevada]]-markinum og í Nevada, og Sonoraoyðimørk sunnast í statinum og í [[Nýmeksiko]] og [[Meksiko]]. Mojave- og Sonoraoyðimørkin eru av turrastu økjum í heiminum. Hitin í skugganum er eini 55&nbsp;°C, og tá hætta fæstu dýr sær út. Men um sólsetur, tá ið sandurin og luftin kólna, tysja dýrini úr klettarivum og holum. Um náttina legst døgg, og hon er kærkomin væta hjá plantum og dýrum. Tvær aðrar stórar oyðimerkur eru í Eystur- og Suðurkalifornia, Colorado-oyðimørk og Great Basin-oyðimørk.
Linja 46:
Fólkið í Kalifornia livir í støðugum ótta fyri [[Jarðskjálvti|jarðskjálvta]]. Økið er beint á markinum ímillum tvær meginlandaplátur. Tá ið hesar plátur renna saman, skelvur [[jørðin]], og tað kann vera atvold til, at hús og vegir verða oyðiløgd, og stórskaði kann standast av tí. Ilt er at boða frá jarðgerð, skuldu tey komið illa fyri av jarðskjálvta. San Andreas-umskaringin sker seg 1207&nbsp;km ígjøgnum Kalifornia og fer ígjøgnum býirnar [[San Francisco]] og [[Los Angeles]]. Hundraðtals aðrar smáar rivur elva til, at tað javnan eru veikir skjálvtar í jørðini.
 
Djúpasti dalur í [[USA]] er í Kalifornia - [[Deyðadalur]] (á enskum: ''Death Valley''), 86&nbsp;m lægri enn [[sjógvur]]in. Deyðadalur er eisini heitasta stað á jørðini <ref>http://wmo.asu.edu/world-highest-temperature</ref> <ref>http://www.storm.no/nyheter/det-varmeste-stedet-paa-jorden-er-ikke-lenger-i-libya-3876606.html</ref>
 
== Søga ==
Linja 66:
Heilt síðani [[1776]], tá ið [[USA]] var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í fyrstuni vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í 1849 var [[USA]] vaksið til 31 statir.
 
Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í [[Washington DC]] sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í [[Sambandsríki Amerika|Sambandsríkið Amerika]]. Hetta var í 1849. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av [[Washington DC]]. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva [[Trælur|trælahaldi]] ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda [[Trælur|trælir]]. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] upp. Í 1850 eydaðist tað tó stjórnini í [[Washington DC]] at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð - Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.
 
Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í [[USA]]. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. lutstaturin í [[USA]] tann 9. september 1850. Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.
Linja 84:
=== Ferðavinna ===
[[Mynd:Beach_Avalon_Catalina_California_2003-22-19.jpg|thumb|right|250px|Mynd av [[Catalinaoy]]nni. Hagar fara nógv ferðafólk at hyggja at alskyns litfogrum [[dýr]]um og [[Fiskur|fiskum]].]]
Ferðavinnan hevur [[Búskapur|búskaparligan]] týdning. Seinastu árini hevur Kalifornia ment seg nógv sum ferðavinnustatur. Gongst ferðavinnuni væl, og tað eydnast at fáa fleiri ferðafólk til Kalifornia, og eydnast tað samstundis at fáa hesi at leggja meiri pening eftir seg í lutstatinum, gevur tað nógvar ágóðar - fyrst og fremst beinleiðis inntøkur, men eisini fleiri arbeiðspláss, og tey ferðandi skapa soleiðis grundarlag fyri eini meiri fjølbroyttari matstovuvinnu og upplivingarbúskap yvirhøvur. 900 000 arbeiða í ferðavinnuni í Kalifornia, tað er meiri enn nakra aðrastaðni í [[USA]] <ref>http://www.beachcalifornia.com/stats2.html</ref>. Nógv fólk liva av ferðavinnu, tí í Kalifornia eru stórar og góðar strendur, sum draga ferðafólk til stakríkið.
[[Mynd:Californiaadv-rollercoaster-water.jpg|thumb|right|250px|Ógvuliga mong ferðafólk koma til Disneyland í Anaheim. Disneyland hevði 15,9 milliónir ymisk vitjandi í [[2009]]<ref>http://www.disneylandvacationtips.com/disneyland-attendance.html</ref>.]]
Mest er tað heita veðrið, strendurnar og víkirnar, sum draga fólk higar. Flestu ferðafólk, ið koma til Kalifornia, eru amerikanar. 13,4 milliónir útlendsk ferðafólk koma eisini til Kalifornia á hvørjum ári at njóta góða veðrið <ref>http://traveltips.usatoday.com/major-tourist-attractions-california-12914.html</ref>. Streymurin av ferðafólki er støðugur alt árið – serliga frá [[apríl]] og til [[august]]. Her eru eisini 90 000 útlendsk universitetslesandi frá øllum heiminum <ref>http://www.bridgesinternational.com/international_student_facts/</ref>. Hesi síggjast aftur í býarlívinum, á strondini og á barrum og teim mongu diskotekunum í náttarlívinum.
Linja 92:
Í 2010 hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr [[USA]], meðan restin av top-listanum er [[Meksiko]], [[Kanada]], [[Japan]], [[Stóra Bretland|Bretland]], [[Suðurkorea]] og [[Týskland]] <ref>http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/</ref>.
 
Áhugavert at vitja: [[Hollywood]] (t. d. ''Walk of Fame''), Beverly Hills, Santa Monica Beach, [[Catalinaoy]], [[Golden Gate brúnni|Golden Gate Bridge]], Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn.
 
=== Landbúnaður ===
Linja 169:
| style="background:#f0f0ff;"| 49,55% ''3&#8239;224&#8239;099''
|}
[[Marijuana]] er lógligt í Kalifornia um tú einans hevur læknaváttan <ref>http://www.huffingtonpost.com/2011/10/26/obama-administration-medical-marijuana-crackdown-california_n_1033482.html </ref>. California avgjørdi í 2017, at gera tað lógligt frá januar 2018 ("''Adult Use of Marijuana Act''").<ref>http://www.latimes.com/local/lanow/la-me-pot-jobs-20170930-story.html</ref>
 
=== Umhvørvispolitikkur ===