Munurin millum rættingarnar hjá "Germansk mál"

Content deleted Content added
BirgerJN (kjak | íkøst)
BirgerJN (kjak | íkøst)
Linja 8:
 
== Skrift ==
Elstu prógvini fyri germanskt koma frá nøvnum skrásett í [[1. øld]] av Tacitus, og eina einkulta ferð í [[2. øld f.Kr.]] á [[Negau-hjálmurin|Negau-hjálminum]]. Umleið frá [[2. øld]] mentu summir talarar av fyrstu germansku málførunum [[Eldri Fuþarkur|eldra fuþarkin]]. Fyrstu rúnaristirnar eru í størstan mun avmarkaðar til persónsnøvn og torfør at tulka. [[Gotiskt mál|Gotiska málið]] varð skrivað við gotiska stavraðnum ment av biskupinum [[Ulfilas]] til týðing hansara av [[Bíblian|Bíbliuni]] í [[4. øld]]. Seinni byrjaðu [[Kristindómur|kristnir]] prestar, ið talaðu og lósu [[latín]] afturat sínum germanska máli, at skriva á germanskum málum við lítið broyttum latínskum stavum.<ref>[[Fausto Cercignani]], ''The Elaboration of the Gothic Alphabet and Orthography'', í ''Indogermanische Forschungen'', 93, 1988, 165-185.</ref> Men í [[Skandinavia]], og í londunum fyri vestan, var [[Rúnir|rúnastavraðið]] vanliga brúkt alla [[víkingaøld]].
 
Afturat vanliga latínska stavraðnum, brúktu germansku málini ymisk serliga frámerki og eyka stavir, herundir [[Umlaut]] og [[ß]] (''Eszett''), [[Ø]], [[Æ]], [[Å]], [[Ð]], [[Yogh|Ȝ]], [[Þ]] (Þorn) og [[wynn|Ƿ]], frá rúnum. Søguligt prentað [[Týskt mál|týskt]] er ofta prentað sum gotisk skrift.