Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoyar Páll"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 3:
'''Nólsoyar Páll''' (upprunaliga '''Poul Poulsen Nolsøe''') (doyptur [[11. oktober]] [[1766]] í [[Nólsoy]] - [[1809]]) er ein tjóðarhetja í [[Føroyar|Føroyum]]. Páll var sjómaður, [[rithøvundur]], bóndi og bátasmiður. Í [[1804]] bygdi hann [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]] á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] í [[Vágur|Vági]]. Veturin 1808-1809 gekk hann burtur við skipinum á veg heim til [[Føroyar]].
 
Nólsoyar Páll var borin í heim í [[Nólsoy]] í árinum [[1766]]. Hann var ein næmurnæmouor drongur, ið fegin vildi læra, men skúlaamboð vóru eingi, og tí sat hann og lærdi seg at skriva við einum pípuleggi, og øskan á grúgvuni var fyrsta skrivibók hansara. Seinni keyptu pápin honum talvu og griffil, verður sagt. Úti í [[Nólsoy]] var nógv at síggja og hoyra hjá einum røskum smádreingi. Hinumegin fjørðin sá hann [[Tórshavn|Havnina]], og úti í fjørðinum komu handilsskipini fyri fullum seglum inn úr [[hav]]inum. Stundum komu stór orlogsfør við øgiligum kanónum og flagginum uppi stevnandi uttan av havi. Og har hevur óivað hin lítli Páll droymt sínar fyrstu dreymar um at koma langt út í stóru verð. Men so mikið visti hann, at skuldi hann fara burtur og gerast ein rættur maður, so mátti lærdómur til. Tað næsta, vit tí frætta um Páll, er, at hann er farin at ganga í skúla. Í [[Nólsoy]] var eingin skúli. Hann var tí farin til [[Havn]]ar, og tað var hjá sjálvum fútanum, at hann hevði byrjað sína skúlagongd. Tað var eitt aftrat, sum Páll visti, at skuldi hann nakrantíð hava vón um at gerast ymirmaður á skipi, so noyddist hann at læra seg siglingarfrøði. Eitt sindur av hesum lærdi hann hjá manninum, ið førdi handilsbøkurnar í [[Tinganes]]i.
 
Seinni kom hann sær til [[Keypmannahavn]]ar og lærdi seg tað, sum í restaði. So slapp hann sær út í stóru verð. Eingin visti reðiliga, hvar hann fór. Tá eini 12 ár eru liðin, er hann aftur heima í [[Føroyum]], hann kom rætt sum undan kavi. Hann giftist sama árið úti í [[Nólsoy]]. Og longu árið eftir fær hann skip at føra. Tað er skip, sum kongligi handilin eigur, og sum siglir millum [[Danmark]] og Føroyar. Konan doyði skjótt. Hann giftist á øðrum sinni, og nú fær hann bóndagarð á Oyri á Borðoynni, seinni á [[Myrkjanoyri]]. Og so væl royndist hann sum bóndi, at hann fekk heiðursløn í silvuri fyri framúr góðan bóndaskap. Men havið dró. Hann kundi ikki geva seg til tols uppi á landi. Á sølutingi í [[Suðuroy]] keypti Nólsoyar Páll, saman við Peri bónda í Gørðum og Jákupi bónda í [[Toft]]um, burtur av rovum av skipum, ið vóru farin á land, og flutti hetta úr [[Hvalba]] til Vágs. Á [[Fløtan Fríða|Fløtuni Fríðu]] bygdu teir av hesum tilfari eitt skip, ið teir nevndu [[Royndin Fríða|Royndina Fríðu]]. Tað var í [[1804]]. Hetta var fyrsta skip, føroyingar høvdu átt í øldir. Við skipi sínum ger Nólsoyar Páll, sum hann nú helst verður nevndur, handilsferðir til [[Keypmannahavn]]ar og [[Bergen|Bjørgvins]].