Munurin millum rættingarnar hjá "Løgregla"

Content deleted Content added
Benadikt (kjak | íkøst)
No edit summary
Slettaði nakað vrøvl. Útinnandi valdi er als ikki løgreglan, men landsstýri og løgmaður. Hatta var helst ein misskiljing.
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
[[Mynd:Florida_Highway_Patrol_in_action.jpg|thumb|right|250px|Tey løgreglufólk, sum arbeiða úti á gøtuni, eru vanliga í eyðkennisbúna. Tey skriva frágreiðingar um t.d. ófrið, ferðsluóhapp og bardagar og handtaka fólk, er tað neyðugt. Er ólukka, steinga tey vegin, so bjargingarlið fáa arbeitt ótarnað.]]
 
Flestu semfeløg hava trý atskild vald, tað ''lóggevandi valdið'' (í Føroyum [[Løgtingið]] og [[Fólkatingið]]), tað ''dømandi valdið'' ([[Føroya Rættur]], [[Eystari landsrættur]] og [[Hægstirættur]]) og tað ''útinnandi valdið'' (politivaldið ella '''løgreglan''').
 
'''Løgreglufólk''' hava ymsar uppgávur. Tey taka m.a. brotsmenn, steðga bilum, ið koyra ov skjótt, og eru á varhaldi úti á gøtuni. Summi arbeiða eisini á skrivstovu. Tey kanna brotsverk og royna at avdúka brotsmenn. Løgreglan handtekur fólk, sum tey illtenkja at hava brotið lógina, ákæra tey og draga tey fyri rættin.
Line 7 ⟶ 5:
Ferðsluløgreglan hjálpir ferðsluni og ansar eftir, at fólk koyra, sum tey eiga. Ferðsluløgreglan steðgar bilum, sum koyra ov skjótt ella á annan hátt bróta ferðslureglurnar. Tey hava radara at máta, hvussu skjótt [[bilar]] og motorsúkklur koyra. Ferðslukanningar verða gjørdar ymsastaðni í [[Føroyum]] av og á, og tá steðgar løgreglan bilum og motorsúkklum. Løgreglan spyr eftir koyrikorti og kannar, um akfarið er í nóg góðum standi, og um bilstjórin møguliga hevur drukkið rúsdrekka. Tey kanna eisini, um súkklur og prutl eru í lagi. Við hvørt fara tey í skúlar at greiða frá, hvussu børn eiga at bera seg í ferðsluni.
 
Reglur um handtøku standa í rættargangslógini. Lata fólk seg ikki taka við góðum, kann løgreglan taka tey við hørðum. Í hesum arbeiði verða brúkt handjørn, [[skotvápn]], [[Hundur|hundar]] ella lurkar. Summi løgreglufólk hava væl vandar og dugnaligar hundar, sum eru lærdir at finna fólk og horvnar lutir. Summir eru servandir at snodda seg fram á [[narkotika]].
 
== Løgreglan í Føroyum ==