Munurin millum rættingarnar hjá "Ravmagn"

Content deleted Content added
Replacing Earthlights_dmsp.jpg with File:Earthlights_dmsp_1994–1995.jpg (by CommonsDelinker because: File renamed: File renaming criterion #2: To change from a meaningl
No edit summary
Merkir: Mobilskriving Mobil alnótrætting
Linja 1:
[[Mynd:Bahnstromleitungsmast.jpeg|thumb|right|180px|Av trygdarávum hanga háspenningarkáplarnir á høgum mastum. Ein harður ravmagnsstoytur kann bæði lemja og drepa.]]#PROCESSING.....!
'''Ravmagn''' er orkukelda, sum drívur t.d. maskinur og gevur okkum hita og ljós. Tað eru elektrónir, smáir bitlar, sum koma frá [[Atom|atomunum]]. Hvør elektrón hevur eina heilt lítla elektriska løðing - eitt sindur av ravmagni. Eitt snarljós, sum fer eftir luftini ella slær niður, er eitt tað greiðasta dømi, vit hava um ravmagnsvirksemi. Ravmagnið er annars ósjónligt, men tað arbeiðir óført fyri okkum alla tíðina. Tá ið vit t.d. tendra eina ravmagnslampu, fara umleið ein millión milliónir elektrónir gjøgnum peruna um sekundið. Ravmagnið fer í hús og verksmiðjur í leiðingum, sum liggja inni í loftum og veggjum og tryggja, at ravmagnið streymar, tá ið vit tendra slitilin. Ravløð fáa megi frá evnatilgongdum og goyma ravmagnið, so at tað kann flytast. Sólarkyknur taka orku frá sólini og gera hana til ravmagn. Ravmagnið ger eisini tey bákn, sum varpa [[sjónvarp]]s- og [[útvarp]]ssendingar, og tað fær eisini [[teldur]] at arbeiða. Ravmagnið fer í hús í leidningum, sum fyrr hingu í pellum. Nú eru teir vanliga niðurgrivnir. Summi ravmagnsverk brekka [[Olja|olju]] ella [[kol]], og summi brúka kjarnorku. Orkunýtsluna mála vit í kilowatttímum (kWh).
 
Linja 6:
Battarí ella ravløð gera ravmagn, sum streymar ein veg - javnstreymur. Ravlaðið skumpar streymin úti í ravmagnsringinum. Tá ið tú setur eitt ravlað í til dømis eitt gongulurt, fer evnisliga tilfarið at loysa og andgera elektrónir. Tær gera streym, tí at tær verða skumpaðar úti í ravmagnsringinum. Elektriska spenningin mála vit í voltum, umleið 1,5 V fyri ravlaðið. Elektrónirnar streyma frá negativa pólinum gjøgnum gongulurtið og aftur til positiva pólin. Um ravlað verður bundið í øvugtan veg, fylla elektronirnar holini, og streymurin steðgar. Dagliga hava vit ørgrynni av ravmagnstólum uttan um okkur - [[fartelefonir]], [[Sjónvarp|sjón]]- og [[útvarp]], bandupptakarar og [[teldur]]. Øll hesi ravmagnstól hava rensl, har ið ravmagn fer ígjøgnum. Í renslunum eru ersmáir elektroniskir staklutir, ið minka, kvetta ella magna streymin, og soleiðis skapa bákn. Tað kann vera ljóð í einari fartelefon ella tal í einari teldu.
 
Gomlu grikkarnir sóu longu fyri 2500 árum síðan, at eitt silkiklæði, sum varð gníggjað við einum ravpetti, skjótt varð fult av støðuravmagni. Amerikamaðurin [[Benjamin Fraklin]] (1706-1790) sá sum tann fyrsti umleið 1750, at snarljós eisini er ravmagn og greiddi frá, hvat ið ein ravløðing er. Franklin setti drekar, meðan toran gekk (nú er tað strangliga bannað). Italiamenninir [[Luigi Aloisio Galvani]] og [[Alessandro Volta]] gjørdu fyrstu ravløðini.
 
== Orkunýtsla ==