Munurin millum rættingarnar hjá "Johannes Andreas Næs"

Content deleted Content added
Deyður 5 juni 2018.
Linja 1:
[[Mynd:Johannes Andreas Næs 2013.JPG|200px|thumbnail|Johannes Andreas Næs 15. februar 2013 á Seglloftinum á Tvøroyri, útgávukonsert hjá abbadóttrini [[Lív Næs]].]]
'''Johannes Andreas Næs''' ('''Flóvin Flekk''') (føddur [[1920|16 setembur 1920]] á Nesi í [[Hvalba]] deyður [[5. juni]] [[2018]]). Aftan á barnaskúlan var hann fiskimaður í nøkur ár, fór so á læraraskúlan í [[Tórshavn|Havn]] og tók prógv í [[1942]]. Fyrstu árini var hann vikarur ymsastaðni í [[Suðuroy]], sat í starvi í [[Porkeri]] [[1944]]-[[1949|49]], í [[Vágur|Vági]] [[1949]]-[[1962|62]], varð so í [[1962]] fyribils settur sum skúlaráðgevari í serundirvísing fyri alt landið, fekk fast starv sum slíkur frá [[1965]]. Av mongu álitisstørvum hansara kann nevnast, at hann var nevndarlimur í [[Føroya Lærarafelag]] [[1959]]-[[1968|68]], harav formaður í mong ár, og nevndarlimur í útvarps-nevndini [[1963]]-. Longu á ungum árum gav hann út yrkingasavnið »[[Keldufar]]«, [[1949]]. Hann nýtti tá dulnevnið ''Flóvin Flekk''. Í [[1959]] varð hann av [[Føroya Landsstýri]] valdur í [[Føroya Skúlabókagrunnur|Føroya Skúlabókagrunn]], formaður frá [[juli]] [[1966]]. Hann hevur soleiðis havt stóra ávirkan á [[Føroyar|føroyska]] skúlabóka-útgávu hetta 25 ára skeiðið, sjálvur hevur hann evnað til »[[Stavkistlar]]«, [[1964]], »[[Orða-talvur og Orðakort]]«, [[1966]], »[[Martin Luther (bók)|Martin Luther]]«, [[1970]], og saman við øðrum skúlafólki hevur hann lagt til rættis [[Kristindómur|kristni]]-bókarøðina og [[Føroyar|føroysku]] lesibókarøðina til fólkaskúlan. Umframt hetta hevur hann verið blaðstjóri á »[[Sunnudagsblaðið|Sunnudagsblaðnum]]« [[1951]]-[[1978|78]], og hann hevur frá 1951 verið formaður í teimum nevndum, ið lagt hava til rættis útgávu av [[Heimamissiónssangbókin|Heimamissiónssangbókini]]. Í 2012 gav abbadóttir hansara, [[Lív Næs]] út fløguna [[Keldufar]] við yrkingunum úr yrkingasavninum hjá Flóvin Flekk (Johannes Andreas Næs).<ref>[http://planet.fo/grein/liv_ger_tonleik_til_yrkingar_hja_abbanum Planet.fo, Lív ger tónleik til yrkingar hjá abbanum]</ref>
 
== Nevndir ==