Munurin millum rættingarnar hjá "Kapitalisma"

Content deleted Content added
Eg havi rætta málburðin og nakrar faktuellar upplýsingar. Ætli mær at finna keldur til greinina skjótast gjørligt. EN: The article was very poorly written and I therefore decided to make some spelling/factual edits.
No edit summary
Linja 1:
'''Kapitalisma''' (eisini nevnd '''eyðvald''') er ein búskaparskipan og [[politisk hugsjón]], har privatir einstaklingar og fyritøkur hava ognarrættin yvir framleiðslutólunum og vinningi. Sermerkt fyri kapitalistisku búskaparskipanina er privati ognarrætturin, løn sum samsýning fyri arbeiði, sjálvboði býti av vørum og tænastum og ein kappingarførur marknaður.
 
Búskapurin í einum kapitalistiskum samfelag kallast marknaðarbúskapur, og er eyðkend við, at prísstøði í samfelagnum verður stýrt av útboði og eftirspurningi. Størsti parturin av londinum í heiminum nýta marknaðarbúskap, herímillum í [[USA]] A og í flestu londini í Evropa
 
Til tess at fremja kapitalistisku búskaparskipanina bera fortalarar fyri búskaparskipanini javnan fram, at neyðugt er við einum lágum skattatrýsti á einstaklingum og fyritøkum, og at valdi hjá landinum skal vera avmarkað.